Oddagrein
Tað man vera breið semja um, at yvirgangurin er ein hin størsti altjóða trupulleikin í heiminum í dag. Tað, sum hendi í Madrid og nú seinast í London, er dømi um, at yvirgangurin einki er viknaður. Tað er heldur tvørturímóti. Verður so hugsað um tann yvirgang, sum er vorðin gerandiskostur í Irak og víða hvar í Asia, so má veruliga ásannast, at yvirgangurin stendur við og versnar. Stórveldini hava hert stríðið móti yvirgangi og nýta tey nógva orku, nógvan pening og nógva hermegi í hesum stríði.
Men út yvir hesar hættir eru stórveldini og sameindu teirra í stríðnum móti yvirgangskroppunum farnir undir at avmarka demokratisk rættindi hjá borgarunum til tess at verja samfeløgini móti yvirgangi og fyri at herða jagstranina eftir yvirgangskroppum. Her eru vesturlendsku fólkaræðini komin á eitt politiskt vegamót og í tvístøðu, og alt fleiri seta spurningin: kunnu stjórnirnar verja demokratiið við ódemokratiskum miðlum? Hesin spurningur er eins gamal og fólkaræðið. Vanliga svarið er eitt ja, um hetta snýr seg um eitt avmarkað tíðarskeið. Øll vita, at t.d. undir øðrum veraldarbardaga vóru demokratisku rættinidi borgarana skerd, meðan bardagin móti nazismuni og fascismuni leikaði á sum harðast. Men fólk góðtóku hetta, tí tey vistu, at talan var um eina støðu, ið ikki fór at verða varandi. Men sum ein varandi loysn kann hetta als ikki góðtakast.
Spurningurin er, um nøkur av demokratisku samfeløgunum, eitt nú Bretland, USA, Italia og Spania ikki eru farin ov langt við avmarkingunum av borgarligum rættindum í teirra ivri eftir at vinna á yvirganginum. Tað tykist so ikki at hjálpa munandi. Her mugu onnur vápn og aðrir miðlar til. Sjálvandi má verandi stríðið móti yvirganginum halda fram. Men hetta stríðið má samskipast við munagóðum tiltøkum móti tí, sum er veruliga rótin til allan yvirgang - rótin á tí ónda: fátækdømi, analfabetisma, kúgan og hetta at stórir partar av heiminum eru tilafturskomnir. Men setast má eisini inn móti fanatismu, fundamentalismu og intoleransu. Hetta merkir m.a., at myndugleikarnir í Vesturheiminum mugu krevja av londum, sum hýsa klekingarstøðum fyri yvirgangsfólk, at tey steingja hesar klekingarstøðir. Sama krav mugu demokratiskar stjórnir seta sær sjálvum, samstundis sum tær mugu geva teimum ungu í vandabólkunum nøkur góð og mennandi alternativ tilboð til tað, sum nú stendur hesum vandbólkum í boði. Um ikki verður farið fram á hendan hátt, so fer yvirgangurin at standa við og versna.
Sosialurin