Trygdarráðharrin í somaliska landslutinum Puntland sigur við danska kringvarpið, at tann somaliska stjórnin hevur boðið sær til at royna at fría donsku gíslarnar. Said Adam Ali, sum er borgarstjóri í býnum Bander Beyle, sigur, at hann hevur vápnaðar menn, sum eru til reiðar at fría gíslarnar.
Men danska stjórnin hevur ikki tikið av tilboðnum um at fría gíslarnar.
Teir sjey donsku gíslarnir, teirra millum trý børn og foreldur teirra, vóru á veg ígjøgnum Indiska havið í einum seglbáti, tá tey vórðu rænd og flutt til Somalia.