Eftir seks túrum við myndatóli til skips letur myndakvinnan Maria Olsen nú upp framsýning á Bryggjuni við myndum frá gerandisdegnum umborð á skipum í Norðuratlantshavi »Havfiskiskapur ? seks túrar á Norðuratlantshavinum« er heitið á framsýningini, har áskoðararnir sleppa at fylgja sjómonnum úr Føroyum, Hetlandi, Íslandi og Grønlandi.
Við myndum frá eitt nú føroysku trolararnum Christiani í Grótinum, Baki og Stelki og Gudrun gevur framsýningin eitt forvitnisligt innlit í ein gerandisdag, sum er heilt ókendur fyri flestu landkrabbar.
Tað er føroysk-svenska myndakvinnan Maria Olsen, sum hevur verið til skips við sínum myndatóli og skjalprógvar við verkum sínum nútíðarlívið á sjónum.
Um íblásturin aftanfyri myndarøðirnar og túrarnar umborð á skipunum sigur Maria Olsen:
- Eg vildi síggja hvussu arbeiðið og lívið hjá sjómonnunum var umborð. Eg helt tað vera hugtakandi ? eins og ein fjaldur heimur ? fremmandur fyri okkum, ið liva á landi Men eftir at hava verið umborð eina tíð, sló hesin tankin meg, at teir veruliga dáma tað, ið teir gera og kunnu illa liva uttan sjólívið, hóast viðurskiftini kunnu vera hørð fyri flestar av teimum og som oftast krevja hart arbeiði
Myndirnar siga eisini frá eini røð av fiskihættum, millum annað fiskarí við línu, flótitroli, botntroli og partrolarí, og lýsa breiddina og týdningin av fiskiskapinum kring oyggjarnar í Norðuratlantshavinum.
Framsýningin letur upp fríggjadagin 22. mai klokkan 16 á Norðuratlantsbryggjuni. Seinni í ár verður framsýningin at síggja í Føroyum.
Í sambandi við framsýningina verður myndabókin »Images of Fishermen« eftir Mariu Olsen givin út.