Til tað seinasta

KÍF hevur enn ikki givið seg heilt, men skal sessurin í deildini varðveitast, krevst ein 3-0 sigur á ÍF í seinasta dystinum

Kvinnuflogbóltur

Við einum sigri sunnudagin kundu kvinnurnar hjá Fleyr beina allan iva av vegnum, men tað hendi ikki. KÍF var nevnliga stinnara liðið í botnuppgerðini, og við sigrinum longdu kollfirðingarnir í øllum førum tilveruna í deildini við einari viku.
Enn eru nevnliga tvey stig á muni, og sum um tað ikki er nóg mikið, hevur Fleyr eisini ein settmun, sum er fimm betri. Tað merkir við øðrum orðum, at skal KÍF halda sessinum, skulu tær vinna 3-0 á Kambsdali, samstundis sum Fleyr tapir sín dyst móti Mjølnir við 3-0, so har skal vilja meira enn vanliga væl til, um bjargingin skal koma. Men enn spæla tær úr KÍF so fyri møguleikanum.