Til tykkum ungu

Tey flestu av okkum hava ein dreym. Kanska ein dreym um at gera okkurt, sum ger mun og hevur týdning. Kanska ein dreym um betri umstøður í nærumhvørvinum

Eg havi eisini dreymar. Eg síggi ymiskt, sum eg haldi, er gott fyri ung, t.d. ein musikkskúla, sum líkur øll krøv og hevur allar hugsandi hentleikar. Eg síggi allar skúlar í Tórshavnar Kommunu við einum matstaði. Eg síggi eisini ein ungdóm, sum stendur saman og greitt sigur sína hugsan og verður hoyrdur. Ein ungdóm, sum leggur síni ynski fyri myndugleikarnar. Eg síggi, at vit saman kunnu finna tær loysnir, sum gagna ungdóminum best.

 

Hetta kunnu vit náa um eitt ungdómsráð, sum kann umboða sjónarmið teirra ungu, verður stovnað.

 

Vilt tú hava ein, sum lurtar eftir tær? Vilt tú hava ein, sum arbeiðir fyri teg? So vel meg! Tú finnur meg á Lista H.