Til Vágs á Fótbóltsakademi Føroya og í 10. flokk

Áhugin fyri at sleppa á Fótbóltsakademi Føroya er stórur, siga fyriskipararnir

Áhugin fyri at sleppa á Fótbóltsakademi Føroya er stórur, eisini frá næmingum norðanfjørðs, verður sagt úr Vági.

 

- Vit á Fótbóltsakademi Føroya er fegin um at vit nú kunnu bjóða næmingum úr øllum Føroyum at koma til Vágs á Fótbóltsakademi Føroya og samstundis ganga í 10. flokk í Vágs skúla, skriva fyriskipararnir í tíðindaskrivi í dag.

 

Har verður eisini boðað frá, at Fótbóltsakademi Føroya skipar fyri at næmingar búgva í Vági, fáa bústað og fáa mat undir tryggum og skipaðum viðurskiftum hjá vertfamiljum í Vági.

 

- Gjaldið fyri at ganga á Fótbóltsakademi Føroya og fyri bústað og mat er 3.500 krónur um mánaðin. Um næmingar norðanfjørðs búgva hjá familju ella skilfólki í Vági, so er luttøkugjaldið á Fótbóltsakademi Føroya 500 krónur um mánaðin, siga fyriskipararnir.

 

Venjarar á Fótbóltsakademi Føroya eru Jón Pauli Olsen og Sigfríður S. Clementsen.