Til venjaran og 1. Deild kvinnur hjá KÍ

Greinin í Norðlýsinum er ósonn

Vit NSÍ-kvinnur og venjari mugu heldur taka til allar viðmerkingarnar, sum vit hava fingið síðani dysturin ímóti KÍ skuldi leikast.


Alt byrjaði á Ólavsøku, tá ið tann fyrri dysturin skuldi leikast, tá ringdi venjarin hjá KÍ til venjaran hjá NSÍ og bað NSÍ útseta dystin, tí tær vóru á Ólavsøku.

(Kelda : KÍ-spælari ) Hetta skulu vit í NSÍ svíða fyri, og tað er á sera lágum støði.

So til tann seinna dystin, har ið NSÍ genturnar ikki fingu mannað lið.

Klokkan 19.00 fríggjakvøldið fekk KÍ-venjarin ?sum sat í NSÍ-hølinum ? at vita at NSÍ ikki fekk mannað lið vegna skaða. Hann noktaði at útseta dystin, tískil var ringt til nevndina hjá KÍ, har vit fingu játta at útseta dystin.

Klokkan 21.00 sama kvøldið fingu vit at vita frá KÍ-venjaranum, at tað var ongin møguleiki til tess.

Vit góðtóku at útseta tann fyrra dystin við tí í hyggju at skapa ein góðan sportligan fótbóltsanda og tað kann koma fyri hjá øllum liðum at man ikki fær mannað lið, eisini KÍ.

Hóast tað næstniðasta liði vinnur óvantað á steypavinnarunum 2000, so sømir tað seg ikki at koma við slíkum ákærum í fjølmiðlunum.

Men man má siga at tá steypavinnarnir 2000 gera slíkt, so leggja tær støðið í fótbóltinum.

Vit halda at um nakar skal fáa ákærur hesum máli viðvíkjandi, má tað verða KÍ venjarin, tí at hann visti av øllum frammanundan.

Hervið takka vit fyri eitt ?gott og sportligt kappingarár? og ynskja VB-kvinnunum hjartaliga tillukku við 6-0 sigrinum á KÍ fríggjakvøldið 08.09.00.


Vegna NSÍ kvinnurnar

Mortan Hansen

venjari