Harry á Lakjuni
-------------------------
Orðið demokrati kemur úr grikskum. (D_mokra?tia, af d_mos, folk + kra?tein, herske, folkestyre), sigur fremmandaorðabókin. Fólkaræði, siga vit á føroyskum.
Fólk er eitt orð, sum ikki flokkar fólkið í kyn, men er eitt felagsheiti fyri bæði kynini.
Demokratiska styrkin ella vektin hjá tí einstaka liggur í atkvøðuni, t.v.s. at hin einstaki veljarin til eitt val kann velja tann persón, hann vil, treytað av at hesin er uppstillaður, sjálvandi - og øll hava vit sama rætt til at vera uppstillað. Soleiðis velja vit umboð á løgting - so sum vallógin fyriskipar.
Hetta, sum eg her havi sagt, skuldi verið óneyðugt at fortalt føroyingum, men er tað nú tað? Og tá eg seti spurnartekin, er tað tí, at tað tykjast vera nøkur, ið ikki hava skilt grundreglurnar í demokratinum.
Vit hava fyri stuttum havt eitt val til løgtingið, og úrslitið varð júst tað, sum fólkið valdi. Fólkið fekk sín vilja - og tað er gott. Men tað er ikki gott og ein smeitur fyri demokratiið, at formaðurin í eini nevnd (javnstøðunevndini), sum er vald av landsstýrinum, kemur fram í fjølmiðlunum eftir valið og sigur, at valið var ikki gott nokk. Tað skuldu verið fleiri kvinnur valdar, segði hon og róði fram undir nakað so ódemokratiskt sum kynskvotering.
At siga, at tað skuldu verið fleiri kvinnur valdar, er tað sama sum at siga, at tað skuldu verið onnur fólk, sum mannaðu tingið, enn tey, sum fólkið valdi. Tað vil siga, at landsstýrið hevur eina nevnd sitandi, sum við hond og fót arbeiðir ímóti grundreglunum í demokratinum. Slíkt verður kallað undirgravingarvirksemi, og er hetta ein háðan og ein niðurgering av dømikraftini hjá veljaranum - so tað forslær.
Sum borgarar kunnu vit ávirka veljaran at velja hendan ella hin - og tað er gott, men tað er ikki gott, at vit ímillum valini hava eina nevnd, valda við løgtingsins vælsignilsi, til at ávirka veljaran.
Tíbetur er demokratiið so fastgrógvið í føroyingin, at hann ikki letur seg tøla av ódemokratiskum javnstøðusnakki, men velur eftir síni egnu sannføring. Tíverri hava politikarar latið seg ávirka av hesum og sett eina sokallaða javnstøðulóg í gildi.
Orðið javnstøða klingar væl í oyrunum og ljóðar, sum um tað skuldi verið nakað gott og demokratiskt. Hetta kann skjótt fáa ein veikan politikara at blotna - og tí fingu vit javnstøðulógina. Men aftaná hava flest allir politikkarar ásannað, og helst eisini teir, ið samtyktu lógina, at hendan lóg er eitt haft um beinini á teimum sjálvum, men tað er líkasum eingin, ið torir at stíga fram og siga, at keisarin er nakin, at javnstøðulógin ikki hevur eitt vet av demokratii í sær, men er eitt fremmandalikam í tí politisku skipanini - eitt forstýrandi element.
Áðrenn kvinnan fekk valrætt, hevði hon sjálvandi lítlan og ongan møguleika at ávirka politikk beinleiðis, og tað var ikki gott, men eftir at hon fekk valrætt, hevur hon verið líkastillað við mannin og hevur kunnað ávirkað tað sama sum hann, sjálvandi. Sera einfalt, tí demokratiska styrkin ella vektin hjá tí einstaka liggur í atkvøðuni. Tað hevur veljarin skilt og góðtikið, men hann góðtekur ikki, at ein smøl nevnd skal diktera, hvussu hann skal velja. Veljarin er nevnliga gløggur og vakin og dugir beinanvegin at gjøgnumskoða, tá okkurt gongur hansara demokratiska frælsi ov nær.
So kann vera spurt, hví løgtingið er mannað 29 - 3 til menninar. Ein orsøk er helst, at veljarin følir seg provokeraðan og kennir, at hansara demokratiski rættur at velja er hóttur av javnstøðulógini og av kvinnusakskvinnunum annars, og tí í ávísari protest velur, sum hann ger. - Helst høvdu fleiri kvinnur sitið á tingi, um vit onga javnstøðulóg høvdu. Men høvuðsorsøkin er uttan iva tann, at menn eru menn, og kvinnur eru kvinnur. Ójavnin teirra millum sæst á flest øllum økjum og ger seg eisini galdandi, tá ið tað snýr seg um politiskt val, og sæst á valúrslitinum. Ein natúrlóg, ein natúrlig siðvenja, sum eingin lóg kann broyta.
Sum mann og kvinnu skapti hann tey, lesa vit um skapanina, tveir ójavnir skapningar, sum eingin lóg kann broyta. So tann, ið stríðir fyri javnstøðu millum kynini, stríðir ímóti gudunum til fánýtis, sum tikið verður til - ella rættari, stríðir ímóti skaparanum til fánýtis. Tað er júst tað, sum nú sjálvt kvinnusakskvinnurnar ásanna, nú tær meira ella minni desperatar kæra sína neyð um, at stríð teirra fyri javnstøðu hevur verið úrslitaleyst. Tó gevast tær ikki á hondum, men mæla til, at onnur ódemokratisk tiltøk verða sett í verk, so sum kynskvotering og "uppstramming" av javnstøðulógini.
Tað hevur ongantíð sum til hetta valið verið tosað so nógv um at skapa álit á ta politisku skipanina. Er tað nakað, sum hevur skatt hetta álit, so er tað javnstøðulógin, sum varð sett í gildi fyri 10 árum síðani, og sum var eitt stórt afturstig fyri eitt annars vælvirkandi demokrati. Avtakið hesa lóg, so at demokratiið kann fáa frið at virka óskert, frítt og optimalt - tá høvdu vit ivaleyst sæð fleiri kvinnur á tingi.