Til Zakarias Wang (og Hans Andr. Sølvará og Jógvan E. Ósá)

Johan Petersen
--

Zakarias Wang hevur fingið tað frálíka hugskotið, at fáa til vega eitt keldusavn í samband við fólkaatkvøðuna í 1946 og sóknast eftir stuðlum til útgávuna. Vildi fegin verið ein av hesum stuðlum. Men trupulleikin er bara tann, at loysingarmenn tola ikki at koma nær í námind av søguligum tilfari, uttan at fremja søgumanipulatión og søgufalsan. Hetta avdúkar Zakarias longu í lýsing síni eftir stuðlum
Í Sosialinum er grein av Zakariasi Wang, har hann ger vart við, at hann hevur savnað saman keldutilfar frá tíðini, tá fólkaatkvøðan var í 1946. Eisini hevur hann lýsing, har hann sóknast eftir stuðlum til útgávu av keldusavninum.
Hetta er eitt frálíkt hugskot, tí so kann ein og hvør nema sær vitan um, hvat veruliga fór fram og nýtist ikki bert at lurta eftir tí, Tjóðveldi hevur ført fram nú í meiri enn 60 ár sum ”sannleikan” aftan fyri fólkaatkvøðuna.
Vildi sjálvur fegin stuðlað Zakariasi í hesi útgávu, men tað er sjálvandi treytað av, at keldusavnið er seriøst og óheft av politiskari áskoðan.
Søgumanipulatión
Men trupulleikin er bara tann, at loysingarmenn tola ikki at koma nær í námind av søguligum tilfari, uttan at teir skulu fremja søgumanipulatión og søgufalsan. Og hetta avdúkar Zakarias longu í grein síni og í lýsingini eftir stuðlum.
Hann sigur í grein síni t.d. at loysingin vann, hóast hann væl veit, at bæði stjórnaruppskotið og loysingin blivu vrakað av førisku veljarunum. Eisini framgongur av lýsingini, at keldusavnið eitur ”14. september 1946 - stjórnaruppskotið 49,3% - loysing 50,7%” hóast hann væl veit, at stjórnaruppskotið einans fekk 47,2% og loysingin bert fekk 48,7%, tí 4,1% av atkvøðunum vóru ógildugar.
Endurtøka av ósannindum
Hetta er bert enn eitt dømi um áhaldandi søgumanipulatión loysingarmanna. At enda halda fólk, sum ikki vita betur, hetta vera sannleikan. Sum dømi kann nevnast, at sjálvt í bókini Sambandsflokkurin í 100 ár fellur søgufrøðingurin Anja Andreasen í hesa grøv, tá ið hon skrivar, at ein tepur meiriluti av teimum 66,4%, ið høvdu atkvøtt, hevði atkvøtt fyri loysing. Sig so, at endutøka av ósannindum ikki loysir seg!
Zakarias! Haldi ikki, at tú kanst kalla savnið fyri eitt keldusavn, tá ið tú leggur tína subjektivu (feil)tulking sum grund fyri savnið! Tað haldi er vera spell. Enn er ikki ov seint at bjarga søgusavninum frá loysingarmanipulatiónini. Vil fegin hjálpa tær við hesum arbeiði, so keldutilfarið verður seriøst og politiskt óheft, um tað so ikki kemur út á ólavsøku í ár, sum tú ætlar, men kanska ikki fyrr enn til ólavsøku næsta ár. Haldi tað vera tað vert. Og so skal eg eisini vera ein av stuðlunum til útgávuna.
Løgtingssøgan ella søgur úr løgtinginum?
Annað dømi um søgumanipulatión loysingarmanna er løgtingssøgan í 1. bindi í bókaverkinum Løgtingið 150, sum kom út í samband við, at 150 ár vóru liðin, síðan løgtingið bleiv endurreist. Bókaverkið bleiv til undir sjálvsstýrissamgonguni og er útgivið fyri almennan pening. -
Minnist sum óviti í Fuglafirði fyrst í 1950´unum Andras Samuelsen. Sagt var mær, at hann var ein av teim fremstu politikarunum og Føroya fyrsti løgmaður.
Tá ið eg so las løgtingssøguna, las eg upp og niður, síðu eftir síðu um Jóannes Patursson, men Andras Samuelsen bleiv ikki nevndur. Gav mær ikki nærri far um tað, kanska hann kom nógv seinni inn í politikk enn Jóannes Patursson?
Skilamaðurin Heri Mohr
Men tá ið so skilamaðurin og skyldmaður mín, Heri Mohr, skrivar um sama bókaverk og kallar tað eitt propagandarit, har nógv av tí skrivaða er ósatt ella villleiðandi og óegnað til skúlabrúks, raknaði eg við aftur.
Eri ikki førur fyri at vísa á faktuellar feilir, tað veit eg heilt einfalt ov lítið um, men kundi kannað eitt sindur nærri undir leitorðunum í 3. bindi um politiska virksemi hjá Jóannesi Paturssyni og Andrassi Samuelsen.
112-1 til Jóannes Patursson móti Andrassi Samuelsen
Jú, teir hava báðir sitið stórt sætt samstundis á tingi í uml. 45 ár, Jóannes Patursson 1901-46 og Andrass Samuelsen 1906-50, harav 2 ár sum Føroya fyrsti løgmaður í nýggjari tíð. Teir vóru mótpolarnir í føroyskum politikki í nógv ár, so teirra virksemi hevur verið á sama støði.
Umframt teirra politiska virksemi eru teir nevndir í bílætateksti – Jóannes Patursson 7 ferðir og Andras Samuelsen 3 ferðir, harav tann eina myndin er ein keipumynd – og Andras Samuelsen 1 ferð sum valdur løgmaður.
Men nú kemur tað áhugaverda: fyri sítt politiska virksemi er Andras Samuelsen nevndur eina einastu ferð. Og Jóannes Patursson? Hvussu ofta? Jú, heilar 112 ferðir!!!!
Bumbuatsóknin og burturflytingin
Tá ið hetta er lagið undrar tað kanska ikki, at hvørki bumbuatsóknin undir løgtingshúsunum ella burturflytingin av løgtingsmanni verða nevnd. Tað hevði heilt einfalt verið ov pínligt fyri loysingarmenn. Men ”roysnisverkið” at kvetta flagglínuna við Dannebrog, verður greitt frá bæði í myndum og teksti.
Tá ið bókaverkið kom út í 2002 hevði Edmund Joensen tikið við sum løgtingsformaður. Hann man hava havt varhugan av, hvat loysingarsamgongan kundi havt funnið uppá og fráskrivar sær tí ábyrgdina av bókaverkinum: gjørt verður vart við, at høvundarnir sjálvir hava ábyrgdina av innihaldinum í tí, teir hava skrivað.
Álvaratos, Hans Andr. Sølvará! Hvussu kanst tú sum søgufrøðingur leggja navn til slíkt? Hvar er tann fakligi stoltleikin?
Fedranna kirkja
Og nú vit eru við dyrkanina av Jóannesi Paturssyni, so nevndi Jógvan E. Ósá í sendingini Álvaratos í útvarpinum í samband við nýggju kirkjuna á Argjum sera vakra sálmin Fedranna kirkja í Føroya tjóð sum sálmin hjá Jóannesi Paturssyni.
Heilt erliga, Jógvan Ósá. Fyri tann skuld at ein sálmur er vakur behøvist hann ikki at verða yrktur av Jóannesi Paurssyni ella fyri tann skuld av einum loysingarmanni. Sálmin í sera hepnari føroyskari umyrking eigur danski presturin, prósturin og føroyavinurin Gudmund Bruun, sum hevði so sera stóran alsk til alt føroyskt og serliga føroysku kirkjuna. Tað var eisini hann, sum fekk í lag føroyskar gudstænastunar á føroyskum máli í Kjøpinhavn lang áðrenn vit fingu tær í Føroyum.