Eftir venjingina í Hovstunnlinum týskvøldið í farnu viku, handaði Oyvindur Brimnes tilbúgvingarætlanina fyri tunnilin til teirra, ið skulu brúka hana Týskvøldið var ein rættiliga stór venjing í nýggja Hovstunnlinum. Eftir venjingina undirskrivaði og handaði Oyvindur Brimnes, stjóri á Landsverki, tilbúgvingarætlan fyri tunnilin. Øll tey, ið skulu nýta ætlanina, fingu eintak.
Venjingin týskvøldið hevði við sær, at tunnilin varð stongdur í á leið tveir tímar. Tvey ferðsluóhapp í tunnlinum vóru partur av venjingini, eins og tíðindafundir aftaná og eftirmeting, har eygleiðarar frá ymsum stovnum søgdu sína meting av venjingini.
Venjingin hevði allar partar við, so sum sløkki- og bjargingarlið, sjúkrahús, løgreglu og kommunulæknar.