Kringvarp Føroya, Føroya Landfúti og Tilbúgvingarstovnur Føroya skrivaðu í seinastu viku undir avtalu um framferðarháttin, tá ið átrokandi tilbúgvingarboð skulu varpast út. Avtalan hevur við sær, at Kringvarp Føroya, eftir áheitan frá alarmsentralinum hjá løgregluni, hevur skyldu til í útvarpinum at varpa út átrokandi tilbúgvingarboð alt samdøgrið. Fráboðanin skal eisini kunngerast á heimasíðuni hjá Kringvarpi Føroya.
Avtalan allýsir átrokandi tilbúgvingarboð til at vera eina ógvusliga støðu ella hending í Føroyum, har vandi er ella kann vera fyri skaða á fólk, fæ, umhvørvi, virði og ognir, og tað hevur skund at boða almenninginum frá.
Almennir og kommunalir myndugleikar hava sostatt eftir hesi avtalu møguleika til at senda átrokandi boð um tilbúgving til alarmsentralin 112 ella tlfnr. 351448 á løgreglustøðini í Tórshavn. Løgreglan hevur síðani skyldu til beinanvegin at bera hesi tilbúgvingarboð víðari til Kringvarp Føroya.
Avtalan kemur í gildi í ár. Samtíðis er avtalan ein partur av Tilbúgvingarætlan Føroya, sum Tilbúgvingarstovnurin, saman við fleiri øðrum pørtum í tilbúgvingini, leggur síðstu hond á í hesum døgum.