Hóast WHO hevur lýst krímsjúkuna influensu A at vera heimsfarsótt, verður føroyska tilbúgvingin í fyrstu syftu ikki broytt Tað boða landslæknin og heilsumálaráðið frá.
Føroyskir og danskir heilsumyndugleikar fylgja tó gongdini neyvt í tráð við tilmælini frá WHO.
Heimsheilsustovnurin WHO broytti í gjár influensa A-støðuna til stig 6. Henda broyting fær í fyrstu syftu ikki týdning fyri donsku tilbúgvingina, og í Føroyum hava vit tikið avgerð um at hava somu støðu sum donsku heilsumyndugleikarnir.
Stig 6 merkir, at influensa A (H1N1) nú hevur ment seg til eina veruliga heimsfarsótt. Hetta merkir ein støða, har smittan breiðir seg frá fólki til fólk á fleiri kontinentum. Broytingin sigur bert nakað um útbreiðsluna av smittu og ikki nakað um, at sjúkan er vorðin meira álvarsom.
Hóast broytingina metir WHO, at influensastøðan ikki er meira enn moderat álvarsom. Sjúkueyðkennini og sjúkugongdin hjá teimum smittaðu eru lutfalsliga mild, og eru framvegis ikki meira álvarsom enn við eini vanligari vetrarinfluensu.
Føroyska tilbúgvingin óbroytt
Heilsustýrið eins og aðrir heilsumyndugleikar í Danmark taka støðuna í álvarsemi og fylgja gongdini, eins og vit gera tað í Føroyum. Broytingin, ið WHO hevur gjørt, fær ikki danskar ella føroyskar heilsumyndugleikar at broyta tilbúgvingarstigið.
- Tað er týdningarmikið at leggja dent á, at hóast tað er ein alheims influensaheimsfarsótt við smittu í nógvum londum, so merkir tað ikki, at tað í løtuni er ein farsótt við nógvum smittaðum í Danmark ella í Føroyum. Eingin smittaður er fráboðaður enn í Føroyum. Í Danmark er smittan framvegis avmarkað til fólk, ið hava verið uttanlands og í heilt einstøkum førum teirra nærmastu sambond, boða Heilsumálaráðið og Landslæknin frá.
Í tráð við tilmælini frá WHO fylgja danskir og føroyskir myndugleikar framvegis gongdini og royna at byrgja fyri smittu við at avbyrgja tey, ið verða smittaði og geva fyribyrgjandi viðgerð til nærmastu sambond.
Ongar serligar atgerðir
Heilsustýrið í Danmark og Landslæknin meta ikki, at fólk í Danmark og Føroyum sum heild hava orsøk til ótta. Kemur ein heim uttanlanda úr øðrum londum enn Danmark og fær sjúkueyðkenni sum við influensa (knappliga íkomin sjúka við fepuri yvir 38 hitastig C, sjúkueyðkenni frá andaleið og pínu í vøddum), skal ein seta seg í samband við sín egna lækna ella læknavakt.
Á heimsstigi vóru hin 11. juni skrásett 27.737 smittaðir tilburðir og 141 deyð elvt av smittu.
Í Danmark vóru 11 tilburðir, sum allir hava verið lutfalsliga mildir.
Eingin er deyður av sjúkuni í Danmark ella restini av Evropa.