Tilbúgvingin í Tórshavnar Kommunu

Frank Erik Olsen

Torført er at lata verða við at hugsa um tað samlaðu tilbúgvingina nú ein frættir, at partar av henni slettis ikki virka.
Fyri stuttum sá eg eina sjónvarps sending, ið var um kavara tilbúgvingina í einum minni býði í Danmark. Eg var bergtikin av hesi tilbúgving og hvussu væl hon virkaði.
Eg fari tí at loyva mær at seta fram nakrar spurningar í hesum sambandi.
Fyri at taka eitt dømi burturúr kunnu vit siga at ein bilur koyrir útav á Vestaru kei eina myrka vetrar nátt. Tað er jú ikki heilt ósannlíkt tí tað er jú hent nakrar ferðir áður.

1.Hvør hevur ábyrgdina av bráfengis kavaratilbúgvingini í Tórshavn?
2.Hvussu nógv/nógvir eru hesir?
3.Hvussu ofta venja tey/teir?
4. Hava tey/teir aðra vinnuliga kavara útbúgving enn privat frítíðar skeið?
5.Eru tey/teir á vakt 24 tímar um samdøgrið?

Havi frætt at Tórshavnar Sløkkilið ikki hevur hesa ábyrgd, og fari tí at stíla brævið til Tórshavnar Býráð. Møguliga eg havi frætt gali!
Vónandi onkur kann hjálpa mær í míni stúran.