Talan er um superdraktir, ið kunnu økja um ferðina hjá svimjarunum. Men tær eru dýrar, kosta fleiri túsund krónur, og einans nýtast umleið átta ferðir í hyli, áðrenn tær eru útslitnar og ikki kunnu brúkast meira. Amerikanska fyritøkan sær somikið stórt lýsingarvirði í Pál Joensen, at hon vil lata honum eitt óavmarkað tal av draktum, um vágbingurin vil binda seg til einans at svimja í draktum av merkinum Tyr. Tilboðið kom eftir frálíku úrslitini hjá Pál Joensen í Danish Open í Gladsaxe, váttar Jón Bjarnason, landsliðsvenjari og persónligur venjari hjá Pál Joensen. Teir báðir hava enn ikki tikið støðu til tilboðið frá amerikansku fyritøkuni.