Tilboðini endurspegla arbeiðsmarknaðin

- Tað er ikki uppgávan hjá ALS at loysa barnaansingartrupulleikar hjá sínum limum. Sum flest onnur, verða tey arbeiðsleysu eisini noydd at laga seg til arbeiðstíðirnar hjá stórum parti av føroyska arbeiðsmarknaðinum, sigur Elisabeth O. Gaardbo, stjóri á ALS


Arbeiðstilboðini hjá ALS endurspegla í stóran mun ófaklærda føroyska arbeiðsmarknaðin, har ein partur av arbeiðinum er í skiftisvaktum. Tí verður tað ikki mett at vera ein serstøða, at fólk ikki hava barnaansinging uttanfyri vanliga upplatingartíð hjá ansingarstovnum. Hetta sigur Elisabeth O. Gaardbo, stjóri á ALS, í viðmerking til trupulleikan, at limir siga seg ikki kunna taka av ávísum arbeiðstilboðum, tí tey ikki hava barnaansing.
Mugu sjálvi finna loysn
Elisabeth O. Gaardbo kann ikki gera viðmerkingar til tey ítøkiligu málini, sum verða tikin upp í blaðnum í dag, men vísir á nakrar meginreglur, sum eisini umfata tær báðar kvinnurnar. Sambært stjóranum í ALS er hetta ikki ein vanligur trupulleiki, men hon ásannar, at tey renna seg í hann av og á, og tá eru sinnaði at geva fólki eina ávísa freist til at finna eina loysn. Men tað er ikki uppgávan hjá ALS at loysa ansingartrupulleikar fyri sínar limir, staðfestir hon.
- Meginreglan fyri at vera limur í ALS er, at tú ert tøkur á arbeiðsmarknaðinum. Tí seta vit sum útgangsstøði krav um, at limir við smáum børnum hava barnaansing í vanligari arbeiðstíð. Samstundis verða tey kunnaði um, at tey sjálvi mugu finna eina alternativa ansingarloysn, um tey fáa eitt arbeiðstilboð, sum krevur tað, sigur Elisabeth.
Hon leggur afturat, at ALS ikki væntar, at fólk finna eina loysn á einum slíkum trupulleika eftir nøkrum fáum tímum. Men verður ongin loysn funnin innan rímiliga tíð, er ikki annað at gera, enn at geva liminum karantenu ella koyra hann úr skipanini, tí hann ikki kann metast at vera tøkur á arbeiðsmarknaðinum.
Lítið uppsøkjandi arbeiði
Sum er, virkar ALS í høvuðsheitum sum eitt millumlið millum tey arbeiðstøku, og teir arbeiðsgevarar, sum venda sær til ALS. Spurd, hví ALS onki uppsøkjandi arbeiði ger, fyri at gera  arbeiðstilboðini meir fjøltáttaði, sigur stjórin
- ALS hevur gjørt lítið við uppsøkjandi arbeiði. Hinvegin leggja vit orku í at førleikamenna okkara limir, so tey fáa fleiri møguleikar á arbeiðsmarknaðinum sum heild. Eitt nú arbeiða vit í løtuni við at menna júst arbeiðsávísingarøkið og tey førleikagevandi tiltøkini. Men tað vil altíð vera okkurt, tú kundi ynskt tær øðrvísi. Tað er sjálvboðið, um arbeiðsgevarar venda sær til okkum, men ynskiligt er, at fleiri nýta henda møguleika.