Café Natúr vil nú tryggja sær, at eingin stendur uttanfyri, tá okkurt spennandi hendir á Café Natúr. Tí hava tey stovna eina tíðíndatænastu, har tú umvegis SMS fært boð frá Café Natúr, tá okkur spennandi hendir.
- Café Natúr er eitt livandi umhvørvi, har hugskot um hendingar og tiltøk mennast í heilum, samstundis sum vit altíð royna at hava nøkur góð og áhugaverd tilboð til kundarnar. Um tú vil tryggja tær altíð at vera dagførd, um tað sum hendir á Café Natúr, so er hetta loysnin, sigur Rúni Olsen, stjóri á Café Natúr.
- Tað einasta tú skal gera, fyri at melda teg til tíðindatænastuna hjá Café Natúr er, at senda ein sms til 580003. Síðani fær tú sjálvvirkandi sms boð frá Café Natúr, hvørja ferð okkurt spennandi hendir ella eitt gott tilboð er at fáa. Tað er lætt og ómakaleyst. Um tú av onkrari orsøk ikki vil hava fleiri sms boð frá Café Natúr, so er bara at skriva avmelda í eini sms boð og senda tey til 580003, sigur Rúni Olsen.