Í dag vóru umboð fyri Húsarhaldsskúlan, Klaksvíkar kommunu og Bústaðir saman við arbeiðstakarum, sum hava bjóðað upp á uppgávuna at byggja nýggjan skúla, møtt til almenna lisitatión í hølunum hjá Húsarhaldsskúlanum á Stoyksoyravegi.
- Sigast má, at áhugin fyri verkætlanini er stórur, tí tá tilboðini vórðu latin upp, vóru í alt 25 tilboð komin frá fyritøkum, sum bjóða seg fram at verða partur av verkætlanini. Haraftrat vóru tvey heildartilboð upp á alla arbeiðstøkuna.
Tað vita tey í Klaksvíkar kommunu at siga í dag.
Víst verður á, at til byggibúgvingararbeiðið komu seks tilboð, sjey tilboð komu upp á bygningsarbeiðið, sjey upp á tøkniinnleggingar, og fimm tilboð komu upp á el-innleggingar.
Feløgini, sum áttu lægstu tilboðini, vóru hesi:
RTS: 4.728.683,00
MTH: 41.460.949,12
Signar Kalsberg: 5.797.633,22
EL-IN: 2.874.628,19
Hetta gevur tilsamans slakar 55 miljónir krónur fyri verkætlanina, og tískil lá metingin sambært Klaksvíkar kommunu sera nær innkomnu tilboðunum. Metingin áðrenn lisitatiónina í dag var á 55 miljónir krónur fyri verkætlanina.
Tað var annars á býráðsfundi hin 17. mars í 2016, at Klaksvíkar býráð einmælt samtykti at játta sín part av kostnaðinum fyri nýggja Húsarhaldsskúla Føroya. Tá var samlaða kostnaðarmetingin fyri skúlan á 30 miljónir krónur, umframt mvg.
- Nú byrjar arbeiðið at nærlesa innkomnu tilboðini, og síðan verður eitt tilmæli gjørt um, hvør ella hvørji skulu fáa arbeiðið, siga tey í Klaksvíkar kommunu í dag.
##med2##