Tilboðini uppá brúnna upplatin í næstum

Í eina tíð hevur verið arbeitt við at breiðka innkoyringarvegin hjá íbúgvunum á Signabø og Oyrareingjum.

Tann stóri bitin í hesum hevur verið at gera brúnna um Dalánna av nýggjum. Vegagerðin sjálv er liðug, men brúgvin skal samsvarandi gerast soleiðis, at hon hóskar til ferðsluna í dag.
Arbeiðið við at gera brúnna lidna og verða samráðingar við tilboðsgevaran í næstum, upplýsir Landsverk á heimasíðu sínari.
Arbeiðið fer at kosta um 8 mió. kr., og verður ætlandi liðugt á sumri næsta ár.