Finnur Helmsdal, tjóðveldisflokkurin
Vit hava havt barnaforsorgarlóg síðan 1960, og nú er ein spennandi dagførd og víðkað útgáva á trappuni. Barnaforsorgarlógin tekur tó bert atlit at børnum og ungum sum hava trupulleikar og sum eru upp til 18 ár. Eingin serskild lóggáva er fyri somu børn og ung, tá tey fara um tey átjan árini. Hetta hóast tey og familjur teirra eru í júst somu støðu. Tí eiga vit at lóggeva soleiðis, at samfelagið bjóðar ungum við trupulleikum, og sum eru blivin átjan, tilboð viðvíkjandi ymiskum viðkomandi og átroðkandi viðurskiftum. Tilboð um bústað er kanska mest átroðkandi. Tó eru tilboð um útbúgving, arbeiði, stuðul og ráðgeving av grundleggjandi týdningi fyri hesi ungu, sum so ella so hava fingið eina ringa byrjan men sum meira enn so kunnu koma aftur á beint, bert vit eru viljað at stuðla teimum. Sum er, verða hesi ungu viðgjørd og viðfarin eins og øll onnur, ið gerast átjan. Og tað er ikki altíð nøktandi hjá einum, sum er viðbrekin og tí hevur serligan tørv.