Tilbúgvingin er í lagi

Stóra venjingin í Norðoyatunnlinum í gjárkvøldi vísir, at tilbúgvingin er í lagi, sigur Uni Danielsen, stjóri fyri báðar undirsjóvartunlarnar

Í gjárkvøldið var Norðoyatunnilin karmur um eina so mikið stóra venjing, at bara neyðsendarakfør sluppu ígjøgnum, meðan venjingin var.


Slíkar størri venjingar eru fimtahvørt ár, so allir partar skulu fáa roynt sínar førleikar og mannagongdir, skuldi ein størri vanlukka hent.

 

Næstu dagarnar verður venjingin eftirmett og sammett við tilbúgvingarætlanina, og er brúk at gera tillagingar, verður tað gjørt.

 

Tilsamans vóru eini 70 fólk við til væleydnaðu venjingina.

 

Hoyr samrøðu við Una Danielsen, stjóra í Norðoyatunlinum, við at trýsta á pílin undir myndini.

 

Sí myndatema frá stóru venjingini við at TRÝSTA HER