Tilfarið undir Leirvíksfirði er gott

Sambært teimum forkanningum, sum gjørdar eru og við góða tilfarinum, sum maskinan nú borar seg ígjøgnum í huga, væntar Niclas Foldbo, verkfrøðingur, sum hevur verið byggileiðari í sjey tunnilsbyggingum, at góða "driftin", sum nú er, fer at halda fram, til komið er um Leirvíksfjørð

Tunnilsbygging

Ein av teimum, sum hevur drúgvastu royndirnar við tunnilsbygging í Føroyum, er Niclas Foldbo, verkfrøðingur, sum býr á Toftum. Hann hevur sum byggileiðari verið við til at bygt sjey tunlar og seinasta verkætlani, ið hann tók sær av sum byggileiðari, var tunnilin undir Vestmannasundi.
Niclas var byggileiðari, tá ið E. Pihl & Søn bygdi Leynatunnilin og Norðskálatunnilin, og hann var byggileiðari, tá ið Landsverkfrøðingurin bygdi teir tríggjar tunlarnar í Kalsoynni og Leirvíkstunnilin. At enda var hann eisini byggileiðari, tá ið P/F Vágatunnilin stóð fyri størstu verkætlanini innan samferðslukervið í Føroyum, nevniliga at byggja fast samband millum Streymoy og Vágoy.

Góðar vónir

Hansara royndir við tunnilsbyggingum skorta tí ikki, og Niclas hevur tískil eisini verið við, tá ið "manuella" luftboringin varð avloyst av hydrauliskari og dátustýrdari boring.
- Jú, eg havi gott mót um byggingina av undirsjóvartunlinum undir Leirvíksfirði. Teir eru komnir í gott gróttilfar, og eg vænti, at góða "driftin" verður varandi, til komið er um fjørðin.
Maðurin við teimum drúgvu royndunum vísir til forkanningarnar, sum gjørdar eru, og hesar eru góðar, leggur hann dent á.
Undir vitjanini í Leirvík herfyri, skiltist, at bæði byggiharrin, sum er P/F Norðoyatunnilin og arbeiðstakarin, sum er Føroya Konsortiið, vænta, at tilfarið undir Leirvíksfirði verður uppaftur betur enn tilfarið undir Vestmannasundi.
So, her eru í løtuni øll útlit til, at farleiðin, sum fer at knýta Norðoyggjar at meginøkinum, verður enn ein "drønandi succes", sum fyrrverandi løgmaður tók til um tunnilin undir Vestmannasundi, eftir at hann hevði latið fyrsta skotið av í Leirvík.

Luft og hydraulikkur

Niclas Foldbo sigur, at broytingarnar við útbúnaðinum til tunnilsbyggingar hava verið stórar, síðan hann í síni tíð byrjaði sum byggileiðari.
- Teir fyrstu tunlarnir vórðu boraðir við luft, sum hann tekur til. Hydraulisku boringarnar byrjaðu í 1978, tá ið tunnilsbyggingarnar í Kalsoynni fóru fram. Í dag verður framvegis borað við hydraulikki.
Hann sigur, at tá ið Norðskálatunnilin varð bygdur, var alt meira at kalla eftir eygamáti ? og í hvørjum einstøkum føri varð mett um, hvussu borast skuldi, og hvussu borurin skuldi stýrast.
- Nú er boringin dátustýrd, soleiðis at borivognurin veit ítøkiliga, hvar hann skal seta borin, og hvussu borast skal, sigur Niclas Foldbo.
Hann vísir á, at fyrstu ferð, borað hevur verið í báðum endum samstundis, var, tá ið tunnilin undir Vestmannasundi varð bygdur. Hinvegin hevur verið vanligt at gera benið klárt, har tunnilin kemur útaftur.

Rein matematikk

Mong eru ivaleyst tey, ið undrast yvir, at tað ber til at bora í báðum endum og síðan "raka" saman uppá sentimeturin, tá ið teinurin er náddur ? og enntá mitt undir havbotninum.
- Men hetta er eingin trupulleiki. Hetta er tann reina matematik saman við góðum tólum, sigur Niclas Foldbo, sum hendan dagin, vit hittu hann í Leirvík, var ein túr og skoðaði gongdina í Norðoyatunlinum.
Eftir vitjanina í tunlinum, var hann styrktur í trúnni á, at henda stóra verkætlan fer at ganga væl.