Olaf Olsen
-----
Pressan ger nógv burturúr ósemjuni um fiskivinnupolitikkin. Tað er kanska ringt at vita, hvussu stór ósemjan er millum politikkarnar.
Tað virkar eitt sindur løgið at leggja bæði útlendingum og føroyingum forðingar fyri at virka í vinnuni í Føroyum, serliga nú tað hoyrist so nógv sum kanska ongantíð fyrr um, hvussu nógvur peningur skal nýtast bæði til hetta og hitt.
Hvat eiga vit at ansa eftir?
At nokta útlendingum at eiga nakað sum helst í føroysku vinnuni, forðar ikki fyri strámonnum. Um onkur føroyingur letur seg freista, so er lítið fyri, at hann ger avtalu við útlendingar, um teir eiga nakað ella einki í einari føroyskari fyritøku. Tað, sum eg haldi, er sera neyðugt, er, at føroyingar sita sjálvir á søluni, tí eg haldi, at tað kann síggjast í teimum londum, sum ikki eru væl fyri búskaparliga, og sum selja rávøruna í landinum til útlendskar fyritøkur, at tey útlendsku feløgini hava ov lætt við at seta prísin fyri rávøruna soleiðis, at tað verður goldin ein løn til tey lokalu, sum tey so dánt klára seg við, og tann vinningur, sum annars er at fáa, liggur eftir hjá teimum útlendsku sølufyritøkunum. Men hetta er heldur ikki lætt at verja seg fyri, men eigur at havast í huga.
Dømi um aðrar fortreytir
Á Falklandsoyggjunum í Suðuratlantshavi liva tey av, umframt at selja nakað av ull, at selja útlendskum fyritøkum rættindi at fiska í teirra sjóøki, sum er heilt stórt, og tey, sum bert eru millum 2.000 og 3.000 íbúgvar á oyggjunum, hava ikki møguleikar fyri at fiska sjálvi, so tað kann vera rætt av teimum at umsita fiskiskapin soleiðis, men vit, sum hava (enn) bæði fólkið og útgerðina, skulu sjálvandi ikki gera sum tey.
Neyðugt at økja um framleiðsluna og virðið á henni
At leggja gjøld á loyvi til at virka og fiska er so heilt burtur við, um hugsast skal um at fáa mest møguligt avkast til samfelagið til at rinda fyri tann almenna raksturin. Stórt sæð tað einasta, sum kann gerast, er at fáa víðkað og vaksið um ta framleiðslu, sum kann koma frá nýskapandi virði, og tann møguleikan minkar ein um, um gjøld verða løgd upp á forkant. At nýta heitið Fólksins Ogn sum undanførslu fyri at gera tað, er bert fyri at nøkta tey, sum misunna teimum, sum tað møguliga kann gangast væl hjá eina tíð.
Fólksins ogn
Nakrir politikkarir hava nýtt heitið: Samfelagsliga Skapt Virðir, áðrenn hetta nýggja heitið: Fólksins Ogn kom fram, til at grundgeva fyri, at tað almenna skuldi hava ein part av einum vinningi, men tað var av einum vinningi, sum fyrst var staðfestur. Nú var eg sjálvur við til at koma við heitinum Fólksins Ogn. Vit vóru 4 í einari nevnd, sum arbeiddu við at finna út av, hvussu løgtingið kundi hava rætt til at regulera fiskiskapin, og vit fingu at vita, at um løgtingið skuldi fáa tann juridiska rættin til tess, so mátti tað samtykkjast við løgtingslóg. Hetta hevði einki við tað at gera, at nú skuldi hvør føroyingur eiga sín part av fiskinum undir Føroyum.
Við sama rætti kundi fólksins ogn verið so mangt annað. Hví skulu hús á ávísum økjum kosta nógv meir enn á øðrum økjum, hóast tey kunnu byggjast fyri umleið sama prís? Í summum norskum býum (kanska alla staðni í Noregi?) er avmarkað tal av loyvum til at koyra leigubil. Tað ger, at prísur á leigubilum er ikki altíð tað, sum bilurin kostar vanliga, men alt eftir, hvussu eftirspurningur er eftir loyvum at koyra. Í einum stórbýi í Kina (eg haldi, tað er í Shanghai), har kosta nummarpláturnar meira enn bilarnir, tí tað sleppa ikki fleiri bilar á vegirnar. Osfr. Í nøkrum londum hevur alt verið fólksins ogn, og tað gav ikki framgongd, hvørki fyri rík ella fátøk.
Sleppur eingin framat fiskivinnuni?
Tað verður sagt upp í saman, at eingin sleppur framat í fiskivinnuni, tí loyvini eru ogn hjá teimum, sum eru inni. Eg haldi, at tey seinastu árini hava so nógv fiskiskip skift eigara og navn, at tað hevur verið torført at fylgt við. Nú minnist eg kanska ikki líka væl sum fyrr, men eg haldi ikki, at tað er bara tí.
Hvussu skal skattast?
Tey samfelagsskaptu virðini og vinningur annars hava verið skattað, og tað eru tey flestu samd um, at so má vera, men vit vita, at tað er mark fyri, hvussu hart virðir kunnu skattast, um tað skal geva nakað. Vit vita, at 0 % í skatti gevur ongan skatt, og vit vita eisini, at 100 % í skatti heldur ikki gevur nakran skatt, og so skal metast við skili, um hvar skattaprosentið skal liggja, fyri at tað skal geva sum mest, tvs at tað ikki liggur so høgt, at tað gongur út yvir hugin at forvinna nakað, og heldur ikki so lágt, at tað gevur ov lítið til at reka eitt samfelag sum okkara.