Tilfeingisgjald brúkast til at fíggja dýrar íløgur

Tilfeingisgjaldið frá fiskivinnuni skal ikki í stórapott hjá landinum

Tilfeingisgjaldið frá fiskivinnuni má ikki enda í stórapotti hjá landinum! Tað heldur Joen Magnus Rasmussen, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin. Tvørturímóti heldur hann, at tilfeingisgjaldið skal koma sjálvari fiskivinnuni til góðar.

 

Hann ásannar, at tilfeingisgjøld verða partur av fiskivinnuni framyvir.

 

Men nettupp tí heldur hann, at tað er neyðugt við einum nýggjum fiskivinnupolitikki, har vit siga, hvat gjøldini skulu brúkast til, so tey ikki enda í stórapotti.

 

- Tað er ikki so heppið at koyra tilfeingisgjaldið í landskassan, tí so økja vit raksturin og harvið almennu umsitingina, sigur hann.

 

Hann sigur, at í staðin skulu vit marka tilfeingisgjaldið, so at tað kemur fiskivinnuni til góðar.

 

Tí heldur Joen Magnus Rasmussen, at tilfeingisgjaldið skal markast til at fíggja eitt nýtt havrannsóknarskip við.

 

Tað kann eisini markast til gransking í fiskaílegum og øðrum og til vørumenning í fiskivinnuni á landi.

 

Les eisini: Uppskot til loysn um gjøld á fiskivinnuna

 

- Hetta eru týdningarmikil amboð og vitan, sum skapar nógv arbeiðspláss, bæði vanlig og vitanartung arbeiðspláss, sigur tingmaðurin fyri Fólkaflokkin.