- Guð viti, hvat teir gomlu høvdu sagt, um teir skuldu goldið fyri at sloppið at fiska, spyr Mortan Johannesen, útróðrarmaður. Hann hevur verið fiskimaður, síðan hann var stórur smádrongur og heldur lítið um, at myndugleikarnir nú av álvara ætla sær at leggja tilfeingisgjald á hjá teimum, sum fiska.
- Fyrsta treytin fyri, at fólkið skal fáa nakað burtur úr ?fólksins ogn? er, at onkur ger íløgur í skip og bátar og ikki minst, at onkur tímur at fara til fiskiskap ella útróður.
Honum kemur til hugs bygdirnar, har fiskakjallari var, og menn í góðu tíðini av árinum róðu út í opnum báti.
- Tað var hugnaligt at síggja menn kasta fiskin upp um bryggjukantin, og síðan koyra hann niðan á vektina í trillubøru.
Útróðrarmaðurin spyr, hvat hesir menn mundu sagt, um politiski myndugleikin legði tilfeingisgjald á tann fisk, sum teir førdu til lands - fiskin, sum gav bygdarfólkinum nakrar arbeiðstímar í fiskakjallaranum, har hesin fiskur varð flaktur og saltaður.
- Nú skulu myndugleikarnir virkuliga ansa eftir, at tey ikki taka seinasta neistan og áhugan frá fiski-og útróðrarmonnum. So, stuttligt er hetta heldur ikki. Tey, sum halda, at tey fáa ov lítið burtur úr ?fólksins ogn?, kunnu sjálvi keypa sær skip ella bát.
Mortan Johannesen vísir á, at seinastu tíðina hava bæði skip og bátar verið til sølu, og tað er eingin sum forðar monnum og kvinnum at gera íløgur, um áhugi er.
- Tað er so lætt at ganga á bonaðum gólvum á ymiskum skrivstovum í Havn og grenja og leggja avgjøld á onnur, sum royna at fáa tingini at hanga saman, sigur Mortan Johannesen, sum stúrir fyri, at myndugleikarnir nú eru við til at køva seinasta neistan hjá fiski-og útróðrarmonnum.