Nú árið 2012 er um at renna út, er greitt, at uppsjóvarflotin aftur í ár hevur gjørt tað rættiliga gott.
Skipini hjá Varðanum í Gøtu hava selt fyri umleið 380 miljónir krónur tilsamans, og saman við søluni hjá Varðanum Pelagic á Tvøroyri liggur samlaða sølan hjá samtakinum um hálva miljard krónur.
Herfyri visti Norðlýsið eisini at siga, at samtakið Hvalnes, sum eigur og rekur verksmiðjuskipið Norðborg, hevur selt fyri stívliga 300 miljónir krónur.
21,7 miljónir í landskassa
Tórheðin Jensen, skrivstovuleiðari, sigur, at Varðin hevur goldið umleið 100 miljónir krónur í hýrum og lønum. Haraftrat hevur Varðin Pelagic á Tvøroyri goldið umleið 25 miljónur krónur í lønum. Tilsamans hevur samtakið 350 fólk í starvi, men tá eru undirveitarar av ymiskum slagi ikki taldir við.
Nú gongdin hjá uppsjóvarflotanum hevur verið so góð, hevur av og á verið róð fram undir, at tað eru nakrir fáir, sum eru komnir til hesi virðir, ið teir hava fingið fyri einki. Men, hetta er ikki øll søgan.
Tórheðin Jensen vísir á, at reiðarí og manningar í Gøtu hava goldið 21,7 miljónir í tilfeingisgjaldi og 3,8 miljónir krónur í øðrum skattum í ár. Aftrat hesum kemur so partafelagsskattur, tilfeingisskattur og 1%-gjald til trygdargrunn fiskimanna.
Ikki drastiskur vøkstur
Nú løgtingið í vikuni samtykti uppskotið hjá Jacobi Vestergaard, landsstýrismanni í fiskivinnumálum um, at 0,75 oyru skulu rindast í tilfeingisgjaldi fyri hvørt kilo av makreli, sum verður veitt í 2013, spurdu vit skrivstovuleiðaran, hvat hetta kemur at merkja í mun til gjaldið, sum er gandandi í ár. Gjaldið í ár hevur verið tengt at tonsatølum, men í 2013 verður sama krónutal galdandi fyri øll tonsini, ið verða veidd.
Tær 21,7 miljónir krónurnar, sum skip og manningar hava rindað í tilfeingisgjaldi í ár, er ikki smápeningur.
- Við somu veiði í 2013 verður talið nakað størri enn í ár, men ikki drastiskt størri. Eg vil meta, at talan verður um eini 10 oyru aftrat í miðal fyri hvørt kilo, sum veitt verður. Haraftrat koma so aðrir skattir og gjøld, sigur Tórheðin Jensen.
Landa veiðina í Føroyum
Í samtykta uppskotinum hjá landsstýrismanninum skulu 2 krónur rindast fyri hvørt kilo av makreli, sum verður veitt í føroyskum sjógvi og selt móttøkuskipum ella uttanlands.
- Men, soleiðis sum árið í ár hevur verið, kemur hetta tal ikki at órógva serliga nógv, tí at kalla øll veiðan í ár er landað í Føroyum. Tað var ikki fyrr enn uppundir endan av vertíðini, at einstøk landing var uttanlands, tí virkini her heima megnaðu ikki at taka ímóti.
Tórheðin Jensen vísir á, at Varðin enn ikki hevur umrøtt samtykta uppskotið, tí ymiskar aðrar uppgávur hava verið at tikið sær av hesar seinastu dagarnar.
- Tilfeingisgjaldið fer av óbýttum, og tí eru tað bæði skip og manningar, sum gjalda fyri veiðirættindini eftir makreli, sigur skrivstovuleiðarin hjá Varðanum P/F í Gøtu.