Tilfeingispolitikkurin er órættvísur og darvar búskaparumhvørvinum

Verandi tilfeingispolitikkur stríðir ímóti javnstøðurætti borgaranna, tí rættindini verða latin einstøkum úrvaldum borgarum, uttan at teir gjalda fyri hendan rætt. Tilfeingispolitikkurin darvar eisini búskaparumhvørvinum, tí kappingin um atgongd til hendan eksklusiva rætt, avloysir kappingina um mest effektiva vinnuliga raksturin.

Tað er so ymiskt, sum lond í heiminum eru vælsignað við náttúruríkidømi. Nøkur hava so at siga einki av gávum frá náttúrunnar hond, meðan onnur mest at kalla sigla oman á keldum av flótandi ella føstum náttúrutilfari við øðiligum søluvirði.

Men henda signing frá náttúrunnar hond er ikki altíð komin so væl við. Kanningar av búskaparstøðuni í heimsins londum, flokkað eftir hvussu nógv tey hava av náttúrutilfeingi, vísa, at tey klára seg ikki betur ? ja, kanska heldur verri enn onnur við minni náttúrutilfeingi.

Eyðvitað er tað so, at summi lond, sum hava nógv tilfeingisríkidømi, eru sera rík. Men tað er eisini so, at summi lond, sum hava nógv tilfeingisríkidømi, hava lágan búskaparvøkstur og standa seg illa í altjóða kapping um marknaðir.

Uttan at fara djúpri í generellu orsøkirnar, er tað eina messu vert at líta beinleiðis at okkara egnu støðu. Tilvildin hevur rúgvað ikki so heilt lítið av vælsignilsum í okkara hendur:

? fiskiríkidømi, sum hvørt ár gýtur nýggjar árgangir til okkum at veiða

? vælhóskandi fjarðaumhvørvi til aling av fiski

? og møguliga eisini keldur av kolvetnistilfari í undirgrundini


Serrættindini uttan grundleggjandi heimildir

Har ið áður var óhindrað atgongd til hesi tilfeingi, hava myndugleikarnir avmarka atgongdina. Til dømis kundi hvør tann sum vildi kasta snøri, seta línu ella skjóta trol í føroyskum sjógvi inntil fyri fáum árum síðan, men í dag hava nakrir fáir føroyingar fingið hendan rættin tillutaðan burturav, meðan allir aðrir eru hindraðir at reka sama virksemi. Støðan er tí tann, at náttúruríkidømi í føroyskum øki, er latið nøkrum úrvaldum borgarum til nýtslu, uttan at teir gjalda afturfyri hendan rættin.

Tað vísir seg, at borgararnir hava sera ilt við at góðtaka, at ein, sum hevur fingið tillutað ein fjørð at ala fisk á, ella ein annar, sum hevur fingið tillutað loyvi til fiskiskap, selja síni rættindi fyri miljónaupphæddir. Hetta er tað sama, sum so mangan hevur fingið ilt í íslendingar: at rættindini verða handlað í miljónum, sum knappliga meira sjónliga vísa, at tað almenna hevur dugnað nøkrum úrvaldum borgarum.

Tað er ikki í samsvari við grundleggjandi rættin hjá borgarunum, at tilfeingiságóðin fellur nøkrum fáum borgarum í lut. Tey flestu vildu nokk hildið tað verið misrøkt av almennum pengum, um landsstýrið gav privatfólki brúksrættin til rentuna av peningi, ið landskassanum hevur innistandandi í Landsbankanum. Men tað er júst hetta, sum fer fram, tá landsstýrið ókeypis letur privatfólki brúksrættin til ?fólksins ogn?, t.e. tilfeingið sum til dømis oljuøki, fiskastovnar og alifirðir. Eingin munur er á hesum politikki og at geva privatum brúksrætt til rentuna av teim pengum, sum landskassin hevur á bók í bankum og aðrastaðni. Í báðum førum er talan um at virðisøkingin av einum tilfeingi, sum er ?fólksins ogn?, verður latin meira ella minni tilvildarliga valdum privatpersónum fyri einki.


Effektiviteturin minkar

Fleiri aðrir spurningar hava eisini týdning, og av teimum er tað serliga spurningurin um búskaparliga skilið í burturlutingini av náttúruríkidøminum.

Tilfeingisrentan er tað íbornað virðið, sum liggur í nátturutilfeinginum, áðrenn mannahondin er komin at tilfarinum. Tað kann vera gull, kol ella kelduvatn í fjallinum, olja ella annað kolvetni í grundtilfarinum, hóskandi firðir við vatnútskifti til aling ella tilvøksturin í fiskastovnunum í føroyskum sjógvi.

Atgongdin til hetta ríkidømi er vinnuliga meira vert enn atgongdin til aðra vinnu. Byrjar tú vinnu sum húsasmiður, skalt tú, umframt amboð, keypa timburtilfarið, um tú skalt byggja eini hús at selja við vinningi. Ert tú handilsmaður mást tú, umframt høli og amboð, keypa vøruna, tú skalt selja øðrum við vinningi. Hevur tú eitt flakavirki, mást tú, umframt virki sjálvt og maskinur, keypa fiskin til virkingar, so tú kanst selja við vinningi.

Men fert tú undir fiskiskap nýtist tær bara amboðini. Tær nýtist bara skipið og útgerð. Fiskin sjálvan fært tú fyri einki, hóast hann á so mangan hátt er samfelagslig ogn.

Hetta hevur við sær, at vinningurin av fiskiskapi er partvíst ein virðisøking av sjálvum tí arbeiðinum at reka fiskiskap, men partvíst er vinningurin eitt íkast av virðinum av sjálvum tilfeinginum. Tí er søga menniskjunnar í so mangar mátar ein søga um bardagan fyri rættinum til gullnám, oljuøki, vatngoymslur og fiskigrunnar.

Har einstakir úrvaldir borgarar fáa rættin til at troyta náttúrutilfeingi tillutaðan, er ein standandi kapping um at sleppa fremst í røðina, tá tillutingin fer fram. Munandi annaðleiðis hevði støðan verið, um tað stóð fleiri reiðaríum í boði, at fáa tillutað loyvi til eitt ávíst dagatal, alt eftir hvat ið teir kundu bjóða fyri tað í pengum. Tá høvdu fiskidagarnir fallið teimum reiðaríum í lut, sum á bíligasta hátt kundu rikið fiskiskapin.

Í einum samfelag, har einstakir úrvaldir borgarar fáa rættin tillutaðan, til at troyta náttúrutilfeingi, verður kapitalur í alt ov stóran mun rikin yvir í troytingina av náttúrutilfeinginum, eins og arbeiðskraftin eisini verður tað.

Mangan verður spurt um hví aðrar vinnur ikki í størri mun taka seg upp í Føroyum. Orsøkin er millum annað at finna í akkurát hesum. So leingi tað eru vinnur, sum geva serligt avkast frá náttúrutilfeinginum aftrat sjálvum vinnuliga rakstrinum, so draga tær kapital og arbeiðskraft til sín, meira enn neyðugt er.

Seldi tað almenna rættin til náttúruríkidømi, høvdu vit lagt frægastu grundina undir, at nýggjar vinnur kundu alt bæði kapital og arbeiðskraft at sær. Sum er, loysir tað seg ofta best at leggja kapitalin í tilfeingisvinnuna, tí har væntar tú eitt eyka íkast frá náttúrutilfeinginum, hóast tað saktans kann hvørva júst tí at ov mikið av kapitali flokkast um júst ta vinnuna. Tað loysir seg betur at skaffa sær tjans við einum góðum báti enn at fáa sær eina útbúgving ella royna seg sum slóðbrótara í nýggjum vinnum.


Gjald fyri atgongd

til tilfeingi

Fiskidagaskipanin hjá okkum hevur gildi í eitt avmarkað áramál, og vit hava bæði høvi og átroðkandi orsøkir til at taka málið uppaftur til viðgerðar, áðrenn vit staðfesta eina nýggja skipan av fiskivinnupolitikkinum. Somuleiðis eiga vit at taka allan annan tilfeingispolitikk til viðgerðar av nýggjum, í samsvari við nakrar aðalreglur, sum samsvara grundleggjandi rættlætiskenslur og samfelagsgagnlig aðalmál.

Tað eigur ikki at bera til hjá tí almenna at geva rættindi burtur, sum hoyra øllum samfelagnum til, uttan at tann, ið fær atkomumøguleikan til rættindini, letur eitt gjald afturfyri, sum á onkran hátt svarar til virðið á tí, hann hevur fingið.

Hetta eigur at vera galdandi í fiskiskapi, kolvetnismálum, atgongd til vinnuliga nýtslu av vatni, sjógvi, jørð og øðrum, sum av náttúrunnar ávum er lent í føvninginum á fólkinum, sum her býr.


Samfelagið alt

skal hava gagnið

Kenda náttúruríkidømið, sum kann geva búskaparligt íkast, er vaksið munandi um okkara leiðir seinastu árini. Hóskandi alisjógvur fekk nústaðni búskaparligt virði fyri fáum árum síðani. Kolvetni so sum olja og gass eru beint nú vorðin ein møguleiki, sum vinnuligur rakstur nú er í. Fiskur hevur verið tað í øldir, meðan jørðin hevur verið minkandi í tign í langa tíð.

Sum tøknin vinnur fram, ella kanska so hvørt sum nøgdin av øðrum tilfeingi minkar ella gerst dýrari, kunnu nýggjar keldur koma undan kavi, sum hava búskaparligt virði.

Hvør eigur so av røttum at fáa gagnið av ríkidøminum, sum er um okkara leiðir?

Tað eigur samfelagið sum heild. Vit skulu ikki bara syrgja fyri at borgararnir allir hava sama rætt til at fáast við tilfeingisvinnu, vit skulu eisini lata atgongdina til tilfeingi fyri tann prís tað til eina og hvørja tíð hevur. Til at tryggja at prísurin er tann rætti, er kapping á jøvnum føti um atgongdina oftast tann rætti mátin. Atgongdin til fiskiskap, aling og oljukeldur eigur at verða seld tí, sum kann lata mest fyri atgongdina, so at restin av samfelagnum fær sum mest í sín part fyri ognarrættin til ríkidømið. Hetta er higartil ikki gjørt í nøkrum av tilfeingisvinnunum ? fiskiskapi, alivinnu ella oljuvinnuni.


Jóannes Jacobsen og Hermann Oskarsson