Nýggja integratiónsnevndin í Klaksvíkar kommunu hevði sín fyrsta fund í vikuni. Nevndin er eitt beinleiðis úrslit av integratiónspolitikkinum, sum Klaksvíkar býráð samtykti í vár.
Integratiónsnevndin skal millum annað virka sum formliga talurørið hjá øllum tilflytarum í Klaksvíkar kommunu.
Visjónin í integratiónspolitikkinum er, tilflytararnir verða betur integreraðir í samfelagið, við at Klaksvíkar kommuna sáar virðing, álit, samkenslu og samhuga millum borgararnar.
Uppgávan hjá nevndini er at leggja fram dagføringar, avbjóðingar og onnur viðkomandi viðurskifti á regluligum fundum við umboð fyri kommununa.
Jógvan Skorheim, borgarstjóri er formaður í Integratiónsnevndini, og Gunvá við Keldu umboðar somuleiðis býráðið í nevndini. Hinir nevndarlimirnir eru tilflytarar, sum hava búð leingi í Føroyum og í Klaksvík. Tí hava tey drúgvar royndir og vitan innan ymisk øki, sum kunnu koma tilflytarum í kommununi til góðar.