Tilgongdin er stór

Áðrenn fyrsta startskotið fyri FM kappróðrunum verður seinnapartin, verða barnaróðrarnir á skránni. Trettan manningar fara at taka lut í genturóðrinum, og 10 bátar fara at taka lut í dreingjaróðrinum.

Áhugin fyri barnaróðrunum, sum eru á 500 metrum, tykist vera støðugt vaksandi. Tað kundi verið ábending um, at kappróðurin eigur betri framtíð, enn víkjandi luttøkan í FM kappróðrunum tey seinnu árini, hevur lagt upp til.

 

Barnaróður dreingir

4 Drekin

5 Havfrúgvin

6 Frúgvin

7 Títlingur

8 Teistin

9 Jallurin

10 Spógvin

11 Junkarin

12 Blikur

13 Ørnin

 

Barnaróður gentur

3 Junkarin

4 Falkur

5 Spógvin

6 Hvassi

7 Títlingur

8 Ørnin

9 Frúgvin

10 Kollur

11 Fípan Fagra

12 Tjaldrið

13 Teistin

14 Tambar

15 Blikur