Tvær fjórðingsfinalur vóru í Champions League í kvøld, og báðir favorittarnir livdu upp til tað, ið var væntað av teimum. Tó fekk eitt skert FC Barcelona bara ein smalan 1-0 sigur við sær heim aftur úr Gelsenkirschen, har Schalke 04 tók ímóti. Bojan Krkic skoraði einasta málið tá ið 12 minuttir vóru leiktir, og hóast Schalke 04 trýsti nógv fyri at fáa útjavnandi málið, sleppur spanska stórfelagið við góða útgangspunktinum.
AS Roma megnaði leingi at halda Manchester United frá stóru málmøguleikunum, men Cristiano Ronaldo fekk hol á tøttu Roma-verjuna, tá ið hann skallaði bóltin í netið til 1-0 í 39. minutti. Eftir hálvleikin trýsti Roma nógv, men hetta kom aftur um brekku, tá ið teir reyðu úr Onglandi komu í mótálop. Wayne Rooney skeyt seinasta málið í dystinum mitt í seinna hálvleiki, og tekur harvið saman við Manchester United ein 2-0 sigur við sær heim aftur á Old Trafford.
Returdystirnir verða leiktir longu í komandi viku.
Í morgin vera hinar báðar hálvlfinalurnar:
Fenerbahçe - Chelsea
Arsenal - Liverpool