Tillukku

Býráðið samtykti hóskvøldið, at Tórsgøta 21 ? Gamli Føroya Banki ? framyvir skal nýtast til teir eldru borgararnar í kommununi, og at Tilhaldið fær brúksrættin til ávís høli í bygninginum.

Eg taki av fullum hjarta undir við, at okkara eldru fáa fyrsta rætt til bygningin, og at Tilhaldinum verður tryggjað rímulig hølisviðurskifti. Kortini haldi eg ymiskt vera óheppið. Samtyktin var ógreitt orðað. Spurnartekin kann setast við málsviðgerðina. Og orðaskiftið í býráðnum var avsporað.

Lat meg taka tað síðsta fyrst. Í býráðssalinum sótu eini 50 eldri medborgarar. Tað er ein borgararættur at vera til staðar á opnum býráðsfundi, og er tað bara gleðiligt, at áhugin er stórur. Tíverri haldi eg, at politikkararnir lótu seg merkja av hesum, tí eitt skilagott orðaskifti fekst ikki í lag. Hvørki um orðaljóðið í samtyktini ella um mannagongdina. Eingin ivi er um, at tað ávirkaði, at eitt býráðsval stendur fyri durum.

Tað sigur seg sjálvt, at eitt tilmæli frá mentamálanevndini átti at ligið í málinum. Nevndin varðar av Kvøldskúlanum, sum hevur innivist í bygninginum. Men lat tað fara, tí niðurstøðan hevði helst verið tann sama. Hetta hóast Kvøldskúlin er í sera trongum skóm hølum viðvíkjandi.

Mest av øllum harmar tað meg tó, at samtykt býráðsins var so ógreið: ?Trivnaðarfyrisitingin mælir til, at avgerð nú verður tikin um, at húsini í Tórsgøtu 21 burturav verða brúkt til gagns fyri tey gomlu í Tórshavnar kommunu. Til hølistrupulleikarnir hjá Tórshavnar Kvøld- og Ungdómsskúla eru endaliga loystir, verður mælt til, at Tilhaldið fær brúksrættin til kjallarahæddina, miðhæddina og eitt hampuligt rúm á 1. hædd til teldu- og lesistovu?.

Hetta var orðaljóðið í innstillingini. Sosiala nevnd tók undir við tilmælinum 19.9, Fíggjarnevndini 28.9 og nú til síðst Býráðið á fundinum 5.10. Eftir mínum tykki átti tilmælið at verið ?redigerað?.

Onkur vil kanska kalla tað orðkloyvarí, men hvat varð í veruleikanum samtykt? Tað kann ikki vera, at býráðið hevur samtykt, at ?Trivnaðarnevndin mælir til _?. Um vit skera inngangin burtur, ljóðar næsta tulkingarroynd: ?Býráðið samtykkir, at avgerð nú má takast _? . Hetta merkir, at býráðið ikki enn hevur tikið ta endaligu avgerðina - neyvan var tað meiningin. Loyva vit okkum at skera uppaftur meir, fáa vit samtyktina: ?Býráðið avger, at Tórsgøta 21 _?. Ávísir tulkingarmøguleikar eru sostatt, og tað er óheppið. Afturat hesum kemur so spurningurin, um tað eru tey eldru ella Tilhaldið, sum hava fingið tillutað bygningin. Hesin munur kann hava avgerandi týdning.

Seinna helvt er greiðari. Har verður sagt, hvørji høli Tilhaldið hevur brúksrætt til. Orðið ?brúksrættur? er tó eitt løgið orð í hesum sambandi. Tí tað er burturvið at tosa um, at Tilhaldið fær brúksrættin til ávísan part av bygninginum, um tað er Tilhaldið, sum ?eigur? bygningin. Her átti at staðið, hvat Kvøldskúlin hevur brúksrætt til.

Onkur av teimum, sum hjástødd vóru á býráðsfundinum, kundu fingið varhugan av, at eg var ímóti samtyktini. So var ikki. Samtyktin var einmælt. Eg helt bara, at ymisk viðurskifti kundu verið greiðari. Fyrst og fremst samtyktin. Men sum onkur býráðslimur tók til: ?Vit vita jú, hvat vit meina?. Og tað mugu vit so vóna. Livst so spyrst.

Enn eina ferð: Hjartaliga tillukku við bygninginum.


Klæmint Olsen

býráðslimur