Flogfelagið hevur ikki bara havt tað lætt. Mangan hevur mótgangurin verið stórur, og at byggja nakað upp frá botni av, meðan annað flogfelag hevur átt rutuna og harvið royndirnar í langar tíðir, hevur ikki bara verið lætt. Tað eru tey, sum hava ynskt føroyska flogfarið, har piparið grør. Men tað hava so verið onnur, bæði politikarar, vinnulívsfólk og ikki minst fólkini í fyritøkuni, sum hava sett sær sum nærum lívsmál ikki bert at halda lív í men eisini at menna hetta føroyska felagið.
Í dag síggja vit úrslitið av hesum arbeiði. Øll starvsfólkini hjá Atlantsflogi eiga at vera errin henda dag, og ikki minst er hetta keypið tí ótroyttiliga og framfýsna stjóranum fyri at takka, ið hevur fingið fulla uppbakking frá síni nevnd. Men eisini tey, sum vóru við frá byrjan eiga sín lut í hesum. Vit ynskja tykkum øllum hjartaliga tillukku. Stjórin í felagnum segði við útvarpið í gjár, at ætlanin er umframt at brúka flogfarið á Føroyarutuni, eisini at brúka tað í útlendskari flúgving. Nú verður so arbeitt við at fáa flogfarinum arbeiði á fremmandum rutum. Tað er greitt, at tvey flogfør á Føroyarutuni eru nærum nóg mikið til at nøkta tørvin her. Men eftir okkara meting hevur tað stóran týdning, at kappingin á Føroyarutuni heldur fram. Tí er tað gott, at vit hava tvey feløg, sum reka hesa flúgving. Vit kunnu so bara vóna, at kappingin verður fair og góð, og at hon kemur brúkaranum til góða. Við hesum keypi hevur Atlantsflog útmeldað til Føroya fólk og umheimin, at felagið ætlar sær at vera við í økta virkseminum, ið verður á Føroyaleiðini næstu árini. Vit hugsa her bæði um nýggju ruturnar til okkara grannalond og um teir stóru møguleikar, ið liggja í flutningi av oljufólki. Við keypinum av flogfarinum hevur Atlantsflog lagt lunnar undir ein skilagóðan og spennandi útvikling, har føroyingar sjálvir vera við til at veita tænastur og harvið eisini vinna pening til landið. Gott í tykkum. Vit eru altíð so errin, tá nýggj skip koma í flotan. Hesin dagur er ikki mætari.