At tað fór at henda vistu vit. Tí tað er ein søguleikur veruleiki at so er, um Tjóðveldisflokkurin hevur við fíggjarmál at gera.
Men at tað fór at henda SO skjótt. Tað undrar - hóast alt. Tjóðveldisflokkurin er nú har, vit altíð hava kent hann - í fíggjarligum óføri. Bert er at vóna, at tit ikki draga Føroyar í díki aftur.
Hesaferð hendi tað uppá rekordtíð. Undir Tjóðveldisleiðslu. Sprenfulli landskassin áðrenn valið, gevur hall komandi ár.
Uppskriftin er einkul:
Hvussu kann slíkt bera til. Tað eru ikki nógvir politiskir flokkar, ið megna at gera Tjóðveldisflokkinum hesa gongd eftir. Men uppskriftin er so sera einføld: Rek Tjóðveldispolitikk! Bert høvuðleysan tjóðveldispolitikk. So fær ein hall - uppá rekordtíð. Eisini tryggjar hesin politikkur at yvirbygnaðurin gerst alt ov stórur - uppá rekordtíð. Her kunnu vit bert taka miðfyrisitingina, ið er økt frá 54 milliónum kr til 137 milliónir krónur- uppá rekordtíð - 4 ár. Helst er hesin vøkstur eitt nýtt heimsmet, sett av tjóðveldisflokkinum.
Loysingar ramsam:
Nú fara vit aftur at síggja gomlu ramsuna.
?at hini hava feilin
?at hini hava brúkt ov nógv
?at hini skulu spara
?at hini skulu skerja
?at hini skulu sigast úr starvi
?at hini ikki hava sýnt ábyrgd
?MEN at loysingarleiðslan má útbyggjast enn meira, at hava ábyrgd.
Hesin bygnaður skuldi møguliga eisini verið nýttur umborð á fiskiskipum okkara. Man kundi roynt - undir Tjóðveldisleiðslu. Tá ber alt til - um ein trýr uppá sakina.
So sera einfalt: 20 á brúnni og ongin á dekkinum (t.v.s einfaldan tjóð-veldispolitikk).
Hvørji eru hini:
Hini eru børn, ið ikki verða ansaði. Hini eru eldri, ið ikki fáa røktarpláss, ella heimahjálp.
Hini eru heimahjálpir og heimasjúkrasystrar, ið skulu spara. Hini eru tey tímansløntu á sjúkrahús-verki/heilsuverki okkara. Hini eru Landsverkfrøðingurin, Norðoyatunnilin, Gásadalsfólk, suðuroyingar. Hini eru fiskimaðurin, arbeiðsmaðurin og handverkarin.
Hini eru øll - uttan leiðslan.
Høgni - OEDC :
Nú vil Høgni Hoydal hava eina kanning av føroyskum búskapi. Eitt ár aftaná, at Sambands-flokkurin bað um eina langtíðargreining av fylgj-unum av at skerja føroyska búskapin við 1 millión um dagin.
Og nú tørvar ein millión - um dagin. Vit bóðu um kanningina áðrenn
Tilukku Høgni Hoydal:
Tit hava megnað
?at økja um almenna yvirbygnaðin - uppá rekordtíð
?venda yvirskoti til hall - uppá rekordtíð
?at lumpa føroyingar- uppá rekordtíð.
Men Sambandsfólk lumpa tit ikki.