Tillukku mín góði bilur

Olaf Berg Nielsen í Klaksvík keypti sín fyrsta og einasta bil fyri 40 árum síðani. Hann koyrir framvegis í hesum gamla Volvo bili

Klaksvík: Í gjár vóru tað liðin 40 ár, síðani Olaf Berg Nielsen keypti sín fyrsta bil. Síðani hevur Olaf havt hendan bilin, og hann koyrir framvegis í honum.
Tann ljósagrái Volvo PV stendur nógv í túninum við Nólsoyar Pálsgøtu, men stundum er hann eisini upp á fartin.
? Eg búgvi og arbeiði í sama húsi, og tí havi eg ikki fyri neyðini at koyra so nógv. Men um eg til dømis havi okkurt at koyra út til onkra kunda, so fari eg avstað við bilinum, sigur Olaf Berg Nielsen, sum hevur egna prentsmiðju í Klaksvík.
? Skal ein bilur halda so leingi, so er tað umráðandi, at tú fert væl við honum, og at tú heldur hann viðlíka alla tíðina.

Tók bilin við til Føroya
Olaf Berg Nielsen keypti Volvo bilin í Keypmannahavn 30. januar 1962. Tá var bilurin 9 mánaðar gamal, og hann hevði koyrt stívliga 3000 kilometrar.
Bilurin hevur nú koyrt umleið 250.000 kilometrar, og hóast tað eru liðini 40 ár, síðani Olaf keypti bilin, so er bilurin í góðum standi.
Í 1978 flutti Olaf Berg Nielsen til Føroya at búgva, og hóast ætlanin í fyrstu syftu var, at hann skuldi búgva her í tvey ár, hevur hann búð her síðani.
? Tá eg flutti til Føroya, tók eg bilin við mær. Fólk søgdu, at hann fór ikki at halda leingi í Føroyum, men tað hevur hann gjørt, sigur Olaf Berg Nielsen.
? Onkur lutur, sum hevði hildið øll árini frammanundan, rustaði beinanvegin í Føroyum, men so var bara at skifta hann út og brúka røttu lutirnar.

Heldur nógv ár afturat
Tað eru tveir Volvo PV í Føroyum, men tann hjá Olafi er tann einasti, sum koyrir í landinum.
Tá Olaf keypti bilin fyri 40 árum síðani, var talan um ein góðan bil.
? Hann kostaði eitt sindur meira enn aðrir vanligir bilar tá í tíðini, og hann varð mettur at vera ein góður bilur, sigur Olaf Berg Nielsen.
? Tað er gott tilfar í hesum bilunum. Stálið er reint, og tað varð ikki so nógv annað metall blandað uppí stálið tá í tíðini.
Olaf Berg Nielsen hevur ongar ætlanir um skifta gamla Volvo bilin út, og hann roknar við, at hann fer at koyra í nógv ár afturat.
Tá Olaf keypti bilin í 1962 kostaði hann 17.000 krónur, men hann hevði ivaleyst fingið tvífalt so nógv fyri bilin, um hann seldi hann í dag.