Oslo: - Hettar er ein ótrúlig og samstundis stuttlig søga, sigur norðmaðurin Jørgen Amundsen í samrøðu við Sosialin. Hann er staddur í Geneve í Sveis, har hann hevur flutt ur-framleiðsluna.
Fyri trimum árum síðani var hann á veg til Norðurpólin, saman við 250 urum sum hann sjálvur hevði givið snið. 19. apríl 2004 gróv hann so niður urið, sum hevur nummarið 001/250. Hini 249 urini tók hann við sær heimaftur og setti tey út til sølu.
Heppin
Í farnu viku fann 11 ára gamli Niels Jákup Mortensen ur nummar 001/250 í fjøruni í Fámjin, tá hann var ein túr saman við øðrum børnum og abbanum.
- Eg vil ynskja Niels Jákup tillukku við urinum, og vóni at hann fær brúk fyri tí. Ikki minst vóni eg, at hann vil brúka urið sjálvur, og at tað skal fylgja honum gjøgnum lívið. Eg vóni eisini, at hann sleppur undan at trýst verður lagt á hann fyri at fáa selt urið, sigur Jørgen Amundsen.
Hann leggur afturat, at fyri hann er tað serliga stuttligt, at tað er ein ungur drongur sum Niels Jákup sum hevur funnið urið.
- Hann kann í dag vera glaður fyri at hann var eitt sindur treiskur, tá abbin bað hann koyra tann svarta kassan burtur, og ikki taka hann við heim, sigur Amundsen.
Tað er lítil ivi um, at hettar urið hevur eitt høgt virði samanborið við ur fólk flest hava.
Tey 249 urini Jørgen hevði við sær heimaftur av pólferðini verða seld fyri 77.000 norskar krónur fyri hvørt.
- Hvat virði urið hjá Niels Jákup hevur, er ikki lætt at meta um. Hettar er ur nummar eitt, og fyri fólk sum samla upp á ur ella fólk sum hava serligan hug til pólarnar og søguna hjá pólfararum, so hevur hettar urið serligan áhuga. Tað er tað eingin ivi um. Tað eru fleiri sum nokk vilja gjalda munandi meir enn tær 77.000 krónurnar hini 249 urini eru seld fyri, sigur Jørgen Amundsen.
Fyri tey sum kundu hugsað sær eitt slíkt ur, so kann fyritøkan hjá Amundsen upplýsa, at tey framvegis hava nøkur fá ur eftir av hesi røðini.
Prógv um góðsku
Jørgen Amundsen sigur, at tá hann pakkaði niður urið saman við hondskrivaða lepanum, og gróv urið niður í ísin á Norðpólinum, so hevði hann ikki roknað við at síggja urið aftur.
- Eg skal viðganga, at eg ikki roknaði við, at urið skuldi koma afturíaftur so leingi eg livi, sigur hann, og leggur afturat í álvarsemi.
- Hetta vísir samstundis, at veðurlagsbroytingarnar gera nakað við ísin á Norðpólinum. Tað er nakað at hugsa um, at tað bara skuldu ganga akkurát trý ár frá eg gróv hettar niður í ísin, til tað náddi fram til Niels Jákup, sigur Jørgen Amundsen.
Hann heldur, at ferðin hjá urinum eisini eigur at hava áhuga hjá granskarum sum arbeiða bæði innan streymviðurskiftir og serliga teimum sum granska veðurlagsbroytingarnar.
- Fyri meg persónliga er søgan eisini eitt prógv um, at tann góðskan, sum eg havi lagt doyin á fyri hettar urið, eisini heldur í veruleikanum. Urið hevur havt trý baldrut ár, fyrst í ísinum og kuldanum á Norðpólinum, og síðani longu sjóferðina til Føroyar. At urið er óskalað og gongur sum tað skal, tað er ein sera góð góðskuváttan fyri meg og tað arbeiði, eg havi gjørt við hesum urinum, sigur Jørgen Amundsen.
Hettar er tað fyrsta urið hann hevur sniðgivið, og tað kallast ”The Polar Timepiece, North Pole Edition.” Urið skal kunna tola hitabroytingar upp á minst 130 stig frá tí kaldasta til tað heitasta. Á Norðpólinum vóru tað um 50 kuldastig, tá urið bleiv lagt niður í ísin tann 19. apríl í 2004.
Góð søga
Jørgen Amundsen er í ætt við kenda norska pólfararan Roald Amundsen. Hettar familjubandið og serliga søguna hjá Roald, hevur Jørgen Amundsen brúkt nógv í samband við sítt virki sum sniðgevi. Søgan um urið hjá Niels Jákup er so enn ein partur í hesi søguni.
- Hvussu eg skal brúka søguna um urið, veit eg ikki rættuliga í dag. Vit koma í øllum førum at hava hettar við í tilfari og bóklingum, sum fylgja urunum, sum vit selja. Harafturat er hettar ein so mikið góð søga og ikki minst hugalig søga, at eg komi at fortelja hana í ymsum samanhangum, har eg antin haldi fyrilestur ella bara eri saman við fólki, sigur Jørgen Amundsen, sum hevur havt eitt hugnaligt prát við familjuna hjá Niels Jákup.
- Eg fekk søguna um, tá Niels Jákup fann urið, og eg royndi so at siga teimum frá um søguna hjá urinum og hvat meiningin var við urinum og góðskuni, sigur Jørgen Amundsen, og letur heilsa Niels Jákup og familjuni í Fámjin.
Jørgen Amundsen
-í ætt við Roald Amundsen – kendi norski pólfararan.
-Hevur sjálvur áhuga fyri pólferðum, og hevur millum annað verið á Norðpólinum.
-Honum dámar eisini væl sigling.
-Byrjaði í 2002 fyritøkuna Amundsen Oslo, sum samstundis var fyrsta og higartil einasta fyritøkan í Norra, sum sniðgevur og framleiðir ur.
-Var í apríl 2004 á Norðpólinum, har hann gróv niður sítt fyrsta ur. Urið kom afturíaftur í malargrótinum í Fámjin.
-Flutti í 2006 fyritøkuna til Geneve í Sveis
-Eftir fýra ár sum sjálvstøðug fyritøka við egnum ur-merki, fór Amundsen í 2006 í samstarv við sveisisku ur-fyritøkuna Villemont – ið er kent fyri at gera ur í dýraru flokkunum.