KRING allan heim verða lukkuynski send ti Ísraels í hesum døgum. Fagnaðurin er øgiligur, nú útlit eru fyri eini friðaligari og hóvsamari gongd í Miðeystri.
EFTIR samfull trý ár við høgravendu likudstjórnini og Nethanyahu á odda hava ísraelar nú fingið nóg mikið av konfrontatiónspolitikki. Nú ynskja teir, at Ísrael aftur skal koma inn á friðargøtuna, sum undanmaður Baruk, Peres og hansara fólk fylgdu. Ísraelar hava vrakað óhepna høgravenda kollisiónspolitikkin, og vilja nú hava eina stjórn og ein leiðara, ið er meira hóvlig og friðarsinnað.
TAÐ kom sera dátt við, tá tann arroganti men sjarmerandi Nethayahu vann á Arbeiðaraflokkinum fyri trimum árum síðani. Líka til tað seinasta varð roknað við, at Arbeiðaraflokkurin við Peres á odda fór at vinna. Men hann var yvirhálaður á sjálvari málstrikuni av Nethanyahu og hansara fólki.
NETHANYAHU liggur, sum hann hevur reitt. Hann vildi ikki friðardiplomati eins og hansara undangongumenn. Hann koyrdi karráðan høgravenda politikk, sum miðjaði móti at seta friðargongdina í baklás. Hetta gjørdi eisini, at hann fekk øði í USA, sum hevur sæð fram til, at ein meira hóvsamur politikari tók við valdinum. Og hetta skuldi eisini eydnast.
FYRI ikki bert friðin í Miðeystri men fyri allan heimsfriðin er valið í Ísrael ein sigur, og tað er tí heldur ikki so løgið, at so mangir útlendskir stjórnarleiðarar heilsa Barud vælkomnum.
EIN hjáfongur við hesum valinum var so, at við sær út í andstøðumyrkurið tekur Nethanyahu eisini tann ultrahøgravenda Ariel Sharon, sum hevur sitið sum uttanríkisráðharri hesa seinastu tíðina. Hetta er tann Sharon, sum segðist at standa á odda fyri hópdrápunum í flóttafólkalegunum í Libanon á sinni. Annars ein maður, sum hansara føroyski politiski trúðsfelagi, Óli Breckmann mangan hevur hálovað í Dagblaðnum.