Føðingardagur
Sørvági:Barnagarðurin Sýslan í Sørvági fylti átta ár hósdagin. Dagurin varð hildin við fløggum og køkuhúsum til børnini.
Tað flaggaði bæði uttan fyri og inni á barnagarðinum. Tey hildu føðingardag og sungu fyri barnagarðinum.
Tey sótu kring borðini við koppum og krússum og ótu av køkuhúsunum, sum bakarin júst hevði verið við. Onkur hevði fingið okkurt søtt í munnin eisini. Men tað varð alt lagt til viks, meðan sungið varð fyri blaðmanninum, sum kom at taka mynd.
?Vit fara til Bíggjars at sígga neytini, greiddi ein spentur drongur frá, tá liðugt var at eta. Hann skundaði sær. Neytini lokkaðu, og hann hevði ringa tíð.
Tað ganga 40 børn í barnagarð í Sørvági. Tó eru summi teirra í hálvdagsplássi. Umframt hevur Sørvágs Kommuna eisini dagrøkt.
j