Ein arbeiðsbólkur hevur gjørt uppskot um føroyskan veðurlagspolitikk 2020-2030, og Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsu og innlendismálum, hevur fingið uppskotið, sum ein bólkur av fólki í almennu umsitingini hava gjørt.
Arbeiðsbólkurin staðfestir, at Føroyar hava ikki nátt málunum, sum vóru sett í veðurlagspolitikkinum frá 2009. Vit brúka meira olju enn nakrantíð áður, og CO2 útlatið er vaksandi – ikki minkandi.
Í nýggja uppskotinum mælir arbeiðsbólkurin til fleiri átøk fyri at fáa føroyingar at skifta til varðandi orkukeldur, bæði tá ið umræður upphiting av bústøðum og flutning.
Eitt av uppskotinum er eitt serligt CO2 avgjald, sum skal leggjast á olju og bensin.
– Afturat nevndu átøkunum, ið virka fyri at minka oljunýtsluna, verður mælt til at seta eitt CO2-avgjald á allar oljuúrdráttir, ið verða nýttir til orkuendamál. Tað er gjald fyri dálking, fyri at minka nýtsluna og at skunda undir at fáa brúkararnar at skifta til reinorku, har tað ber til, skrivar arbeiðsbólkurin.
– Skal endamálið røkkast, er neyðugt, at gjaldið er somikið høgt, at brúkarin velur reinorku loysnir, heldur enn at rinda gjaldið. Fyri at ávirka atferðina krevst sjálvsagt eisini, at brúkararnir hava veruligan møguleika at skifta til aðra orkukeldu, og/ella at minka nýtsluna. Har endamálið bæði er at ávirka nýtslumynstrið og seta gjald á fyri at dálka, eigur gjaldið at vera hægri enn har, tað bara er fyri at dálka.
Arbeiðsbólkurin leggur afturat:
– Eitt slíkt gjald hevur sjálvsagt við sær fíggjarligar avleiðingar fyri tey, ið skulu rinda. Arbeiðsbólkurin hevur í hesum føri einans tikið atlit at sjálvum umhvørvinum og útlátinum av veðurlagsgassi, og ikki at samlaða skattatrýstinum í Føroyum. Fíggjarligu avleiðingarnar av einum slíkum gjaldi eiga sjálvsagt at vera væl lýstar, áðrenn tað verður sett í verk. Tað inniber millum annað at kanna, um tað samstundis er neyðugt at lækka skattatrýstið ella onnur avgjøld.