Tilmæli um alment oljufelag

Tilmæli um stovnan av føroyskum oljufelag er handa landsstýrismanninum í oljumálum

Landsstýrismaðurin í oljumálum, Eyðun Elttør, hevur fyri stuttum móttikið eitt álit um skipan av einum almennum føroyskum oljufelag.

Álitið er úrslit av arbeiði hjá nevnd, sum táverandi løgmaður, Edmund Joensen, setti í 1997. Arbeiðssetningurin hjá nevndini varð at »greiða og koma við tilmælum um, hvussu eitt føroyskt landsoljufelag eigur at verða skipað við atliti at ognarviðurskiftum, stýring, handilsligum og samfelagsligum stevnumiðum og leikparti tess í sambandi við politisku og umsitingarligu skipanina og privata føroyska vinnulívið.


Endamálið við hesum var, at nevndin skuldi koma við einum tilmæli um, hvussu hitt føroyska samfelagið kann fáa sum mest burturúr, bæði peningaliga og menningarliga, við stovnan av einum føroyskum oljufelag. Nevndin hevur sostatt ikki tikið støðu til, um eitt tílíkt felag skal stovnast, men einans um, hvussu hetta verður gjørt á skilabesta hátt.


Skipanin við at lata eitt alment oljufelag taka sær av hesum áhugamálum, hevur verið nýtt í fleiri førum í londunum uttan um okkum. Feløg sum Dong og Statoil eru bæði ogn hjá statinum í viðkomandi landi, og hava hesi feløg tryggjað, at staturin alla tíðina hevur kunnað havt fingurin á pulsinum viðvíkjandi gongdini í vinnuni.


Stovna partafelag

Nevndin er komin til ta niðurstøðu, at skilabesta loysnin er, at sett verður á stovn eitt alment partafelag. Orsøkirnar til at henda loysn verður mett at vera hin skilabesta eru fleiri. M.a. avmarkar hetta møguleikan hjá eigarunum (landinum) at ávirka dagliga rakstur felagsins. Verður talan ikki um partafelag men ístaðin um eina landsfyritøku, kann roknast við at politiski myndugleikin hevur størri møguleika fyri at ávirka dagliga rakstur felagsins.

Eisini ger partafelagsformurin tað lættari hjá eigarunum at samanbera rasktur felagsins við onnur líknandi feløg, við tað, at roknskapir og annað verða sett upp eftir somu roknskaparreglum.

Harumframt verður mett, at partafelagsformurin er væl egnaður, við tað at hetta í stóran mun kann verða við til at tryggja, at fyritøkan verður rikin eftir handilsligum grundreglum.


Vansar eru tó sjálvandi eisini við hesari loysnini við tað, at við einum privatum partafelag kann neyvan tryggjast luttøka í øllum loyvum, sum verða givin í.s.v. útbjóðingina av føroysku undirgrundini. Harmframt kann tað í ávísum førum henda, at eitt partafelag noyðist at taka avgerðir, sum eru grundaðar á handilsligt grundarlag, heldur enn á atlit til samfelagslig áhugamál.


Uppskotið er klárt

Saman við tilmælinum og niðurstøðunum í hesum, hevur landsstýrismaðurin fingið handað eitt uppskot um, hvussu eitt føroyskt oljufelag eigur at verða skipað.

Nevndin skýtur sum nevnt upp, at sett verður á stovn eitt alment partafelag. Felagnum skal áleggjast skyldur um at lata myndugleikunum tær upplýsingar, sum eru neyðugar.

Eisini inniheldur tilmælið uppskot til løgtingslóg í hesum sambandi og uppskot til viðtøkur hjá einum møguligum almennum partafelag.


Kann fara báða vegir

At enda hevur nevndin sett upp nøkur dømi, sum vísa hvørjum úrslitum roknast kann við undir ymsum fortreytum. Undir teimum fortreytum, sum settar eru upp, kann úrslitið fyri landskassan fara báðar vegir.

Vil væl til og olja verður funnin skjótt, kann landskassin sambært útrokningunum fáa eitt yvirskot upp á yvir 3 mia.kr. Hinveign kann sjálvsagt eisini henda, at úrslitið gevur hall. Eftir teimum fortreytum, sum nevndin hevur arbeitt við, verður hallið í mesta lagi 500 mió.kr.


Støða skal takast

Í løtuni kannar landsstýrismaðurin í oljumálum, hvørt tað er ráðiligt við almennari luttøku í einari komandi oljuvinnu.

Við tað at fyrsta útbjóðingarumfarið verður fyrireikað í løtuni, er eisini týdningarmikið at fáa greiðu á føroyska luttøkupartinum í hesum.

Landsstýrismaðurin sigur, at hann vónar at kunna leggja fram upppskot um útbjóðingarlóg, áðrenn november mánaður er hálvrunnin, og at hann í hesum sambandi ætlar sær at taka støðu til, hvørt mælast skal til ella frá almennari luttøku í oljuvinnuni.


Í nevndini vóru Arne Poulsen, Marjun Hanusardóttir, Bjarni Olsen og Jógvan E. Ellefsen. Malan Johansen var eisini við í arbeiðinum, men hon fór úr nevndini í juli mánaði seinasta ár. Skrivari hjá nevndini hevur verið Petur Joensen.