Um hálvan december skal ein bólkur koma við einum tilmæli til landsstýrismannin við fiskivinnumálum um landing av fiski í Føroyum og um hvussu gerast skal við fisk, sum verður seldur uttanlands.
Eitt av stórmálunum, Jacob Vestergaad hevur havt at gjørt við, er málið um fiskiorku. Hóast fleiri ting eru eftir at taka upp, hevur nú eina tíð verið nøkunlunda friður á økinum, segði hann.
Serliga trupult er tað at viðgera flyting av loyvum millum fiskifør. Tað er trupult, og tí má varsemi til. Stór ósemja er um, hvussu hetta skal skiljast, segði lansstýrismaðurin.
Vinnulívsfólk eru kreativ, og tað krevur stórt varsemi at viðgera øll tey mál og ynski, sum koma til Fiskimálaráðið, segði Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, á landsfundi Fólkafloksins leygardagin.
Tað tykist ógvuliga trupult at fáa skil at málinum um keyp og sølu av fiskidøgum, segði hann.
?Tað er ógvuliga ringt at fáa teir, sum sita á fiskidøgunum at ganga við til nakrar broytingar, segði landsstýrismaðurin.
Fylgisveinaeftirlitið, sum er rættiliga nýtt hjá okkum, nart hann eisini við. Tað hevur gjørt, at ólógligur fiskiskapur er munandi minni, enn hann var, áðrenn hendan skipanin varð sett í verk.