Tilmeldingarfreistin til FM er úti kl. 22 í kvøld

Fyrireikarnir av FM í frælsum ítrótti vóna, at talið av luttakarum verður væl størri, enn í fjør. Tað er ikki longur krav, at ein skal verða limur í einum frælsum ítróttarfelag fyri at kunna taka lut í FM í frælsum ítrótti. Íðkandi úr øðrum ítróttarfeløgum eru hjartaliga vælkomin at melda seg til FM í frælsum ítrótti. Hetta gerst á heimasíðuni www.renn.fo. Evstamark er kl. 22 í kvøld, og luttøkugjaldið er einans 50 kr. FM í frælsum ítrótti byrjar sunnudagin kl. 14.