Tilnevning besta songkvinna: Eivør Pálsdóttir

Eivør Pálsdóttir hevur aftur í ár verið ein tann føroyska kvinnurøddin, ið er farin víðast um, og verður sum vant ein av tilnevndu kvinnurøddunum á Planet Awards

Eivør hevur ferðast við sínum tónleiki eitt nú í Kanada, Danmark og Íslandi, umframt fleiri minniligar framførslur í Føroyum. Herfyri spældi Eivør kirkjukonsertir í Føroyum, ið enn einaferð staðfestu hennara støðu sum ein heilt einastandandi songkvinna. Fyrr í ár var Eivør í uppskoti til ikki færri enn fimm heiðurslønir á Danish Music Awards Folk, eins og hon var í uppskoti til heiðurslønina sum besta songkvinna í Íslandi. Men vit eiga hana, og hon verður fjórða árið á rað innstillað til heiðurin besta songkvinna í Føroyum, ein heiður, ið hon hevur vunnið tvær ferðir á Planet Awards.

 

Fyri at atkvøða fyri Eivør send eini sms boð til 1930, við koduni pla bk5, Hvørt sms kostar 5 kr., og tú hevur loyvi at atkvøða einaferð fyri hvørja planet. Øll føroysk fartelefonhald bæði hjá Føroya Tele og hjá Vodafone kunnu luttaka.

Tey, ið eru við í atkvøðugreiðsluni taka samstundis lut í lutakasti um fleiri góðar vinningar.