Longu sum oddamaður í Krit, var Mikkjal Gaard Hansen eitt serligt talent, sum flest øll við eitt sindur av skili fyri tónleiki og framførslu løgdu merki til. Orð sum lovandi, gávuríkur, karismatiskur eru ofta brúkt um Mikkjal. Á fløguni Pandemonium hevur Mikkjal staðfest sína støðu sum ein av okkara allar sterkastu røddum . Hansara rødd var millum annað av einum suðuramerikanskum ummælara samanborin við legendariska Max Cavalera. Mikkjal grovlar, rópar og skrálar sum fáur, men vísir í meliøsu pettunum eisini at røddin megnar meira traditionellan sang.
Atkvøð fyri Mikkjali G. Hansen sum besta sangara við at smsa: pla bs3 til 1930. Hvørt sms kostar 5 kr, og tú hevur loyvi at atkvøða einaferð fyri hvørja planet. Øll føroysk fartelefonhald bæði hjá Føroya Tele og hjá Kallli kunnu luttaka.
Tey, ið eru við í atkvøðugreiðsluni taka samstundis lut í lutakasti um:
1. Samsung F330 fartelefon
2. Ipod Touch 8 Gb
3. Harddiskur Memorex 160 Gb