Tilnevningar til ársins planetir

Vit almannakunngera í dag nøvnini á teimum bólkum, ið eru í uppskoti til planetir á Planet Awards

Planet Awards

27. januar verður Planet Awards hildið á Hotel Føroyum. Planet.fo og Sosialurin heiðra hetta kvøldið føroyskum tónleiki. Seinastu vikurnar hevur ein serliga útvald dómsnevnd arbeitt við at tilnevna tey nøvnini, ið skulu býta tær 30 tilnevningarnar í millum sín. Hvør situr í dómsnevndini verður almannakunngjørt á Planet Awards tiltakinum, hetta er ikki tí, at nakað er at dylja um dómsnevndina, men bert fyri at geva henni arbeiðsfrið. Nú er dómsnevndin komin til sína niðurstøðu um hvørs avrik í 2006 eru nóg góð til at verða innstillaður. Á hesum síðum er yvirlit yvir tær seks vanligu planetirnar og yvir hvørji nøvn eru í kappingini um at ogna sær eina av eyðkendu Igulkers heiðurslønunum.

Tú kanst vera við til at avgera vinnaran
Limirnir í dómsnevndini atkvøða hvør í sínum lagi millum tey fimm nøvnini, ið eru tilnevnd til hvørja planet, og teirra samlaðu atkvøður telja helmingin av endaliga úrslitinum.
Hin helmingin av úrslitinum skal almenningurin gera av. Fólk fáa møguleikan at atkvøða umvegis sms, og síðani verða atkvøðurnar hjá fólki og dómsnevndini taldar saman til eitt endaligt úrslit, sum verður almannakunngjørt á Planet Awards á Hotel Føroyum.
Fyri at atkvøða send eini sms boð til 1930, við koduni, ið stendur aftan fyri tað navnið, ið tú vilt atkvøða fyri. Hvørt sms kostar 5 kr, og tú hevur loyvi at atkvøða einaferð fyri hvørja planet. Øll føroysk fartelefonhald bæði hjá Føroya Tele og hjá Kallli kunnu luttaka.
Tey, ið eru við í atkvøðugreiðsluni taka samstundis lut í lutakasti um fleiri góðar vinningar:

1. Samsung X830 fartelefon
2. Ipod Nano 4 Gb
3. Iomega eksternur harddiskur 250 Gb


Dømið um hvussu atkvøtt verður:

Ynskir tú til dømis at atkvøða fyri Thor Simonsen sum besta nýggja, sendir tú eini sms boð til 1930 við tekstinum: pla nb 5. Ella um tú ynskir at atkvøða fyri Stay Under The Stars sum bestu fløgu sendir tú eini sms boð til 1930 við tekstinum: pla bu 5.