Útiloka ikki yvirgang í München

- Vit kunnu ikki útiloka, at atsóknin hevur samband við yvirgang, sigur Peter Altmaie, talsmaður hjá týska samveldiskanslaranum, Angelu Merkel.

Sum greitt frá fyrr í kvøld, vil týska løgreglan fyribils ikki úttala seg um, hvørt talan er um eina yvirgangsatsókn ella ei, nú álop í kvøld er framt á keypsmiðstøðina, Olympia-Einkaufszentrum, í München.

 

Talsmaðurin hjá týska samveldiskanslaranum, Angelu Merkel, Peter Altmaier, vil í løtuni ikki siga, um talan er um eina yvirgangsatsókn, men hann heldur, at hetta kann ikki útilokast.

 

- Vit kunnu ikki útiloka, at atsóknin hevur samband við yvirgang, men vit kunnu heldur ikki vátta, at so er. Álopið verður granskað í tann rætning, leggur Peter Altmaie aftrat í samrøðu við týskt sjónvarp og aðrar miðlar.

 

Í løtuni kannar týska løgreglan, um níggjundi persónurin, sum er funnin deyður í keypsmiðstøðini, kann vera ein brotsmaður.