Tilráðingarbólkur skal tryggja professionalismu

Ein tillagig í leiðslubygnaðinum hjá TF Holding hevur verið í gongd eina tíð, og eitt týdningarmikið amboð at tryggja professionalismu í leiðsluni, er ein tilráðingarbólkur, sum er undir stovnan.

Tilráðingarbólkurin fer at telja fimm limir umframt ein eykalim, og leiðreglur eru skrivaðar fyri bólkin.

- Tað er so upp til umboðsráðið at manna bólkin, sigur Regin Hammer, stjóri í TF Holding og Tryggingarfelagnum Føroyar.

Eykaaðalfundur verður í morgin, har trý tey týdningarmestu punktini á skránni eru:

• Valtíðarskeiðið hjá nevndini

• Víðkan av umboðsráði

• Valbæri hjá umboðsráðnum

TF Holding fór undir tillagingarnar í leiðsluni fyri ári síðani, og hevur havt serfrøðiliga hjálp uttaneftir. Í tilráðingunum frá danska felagnum skuldi umboðsráðið eitt nú taka støðu til, at felagið skuldi skipast sum eitt samtak, ella eitt holding felag.

- Støða varð tikin til, at felagið skuldi skipast sum eitt samtak, og í tí sambandi skulu nakrar tillaging gerast, sigur Regin Hammer.

Millum annað verður rátt til, at nevndarskeiðið verður skorið úr fýraárum niður í tvey. Umboðsráðið verður víðkað úr 23 upp í 35 – millum annað sæð í ljósinum av, at TF Holding nú eisini eigur Eik Banka. Og so skulu nakrar tillagingar gerast í sambandi við valbærið til umboðsráðið.

- Vónandi tekur eykaaðalfundurin undir við hesum broytingum, sum fer at gera samtakið meira demokratiskt, sigur Regin Hammer, stjóri í TF Holding og Tryggingarfelagnum Føroyar.