Tiltøk ímóti Sýrialandi

Amerikanarar hava nú gjørt av at revsa Sýrialand, tí landið sambært amerikonskum myndugleikum stuðlar yvirgangsfelagsskapum.

Við 398 atkvøðum fyri og fýra ímóti hevur Umboðsmannatingið í Washington samtykt at seta tiltøk í verk ímóti Sýrialandi. Roknað verður við, at sýrar sleppa ikki at innflyta so nógvar amerikanskar vørur, sum teir hava gjørt, og harafturat fara amerikanarar at skerja sínar íløgur í landinum. USA fer helst eisini at skerja sítt diplomatiska virksemi í Sýrialandi, og rásarúmið hjá sýriskum diplomatum í USA verður helst eisini skert.

George W. Bush, forseti, hevur leingi verið ímóti at revsa lond við tílíkum tiltøkum, men í síðstu viku segði hann, at hann er til reiðar at taka undir við tí, sum Umboðsmannatingið og Senatið samtykkja. Samtyktin í Umboðsmannatinginum skal góðkennast í uttanríkispolitisku nevndini hjá Senatinum, og síðani skal hon fyri Senatið.