Tiltøk í Miðlahúsinum í januar

Ein røð av tiltøkum verður í Miðlahúsinum í Vágsbotni í januar mánað

Sunnur kostur

Fríggjakvøldið 13. januar kl. 19.30 verður opið hús. Tað eru umboð fyri Herballife, sum hva tikið stig til ein almennan fund fríggjakvøld og skeið leygardag og sunnudag. Gudrun Sigfusson kostráðgevi úr Danmark heldur fyrilestur um sunnan kost og vekttap.


Autisma

Týskvøldið 17. januar kl. 19.30a lmennur pallborðsfundur verður í Miðlahúsinum við heitinum: Hava fólk við autismu tað líka so gott sum tú og eg í 2015  og hvat gera vit meðan vit bíða?

Tey, ið luttaka á fundinum verða:
Lennart Pedersen, sálarfrøðingur og fakligur ráðgevi frá Center for Autisme í Danmark
Morten Carlsson, foreldur og formaður í Landsforeningen Autisme í Danmark
Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í Almanna- og Heilsumálarráðnum
Umboð frá Mentamálaráðnum og Sernámsdeplinum

Tað er LFA  Landsfelagið fyri fólk við autismu, sum skipar fyri fundinum.



Ársins maður og kvinna

Fríggjadagin 20. januar verða ársins maður og kvinna kosin í Miðlahúsinum. Hetta er fyrstu ferð, at Sosialurin skipar fyri hesum tiltaki, har fólk kring landið hava havt høvi til at senda inn uppskot til besta boð uppá ársins mann og ársins kvinnu í 2005. Ein dómsnevnd velur út millum mongu uppskotini, sum eru innkomin.


Trapputing um stjórnarskipan

Mánadagin 23. janaur verður lagt fyri við fyrsta trapputinginum í ár. Hetta er eitt debatforum, har aktuell samfelagslig evni verða tikin upp til viðgerðar við luttøku av fakfólki og politikarum. Orðið er so eisini frítt.

Evnið verður stjórnarskipanin  útlit fyri tjóðskaparligari semju.

Løgmaður segði í nýggjársrøðuni, at uppskot um føroyska stjórnarskipan skal
gerast liðugt í ár. Síðan skal uppskotið eftir ætlan fyri løgtingið og - sum
nakað nýtt í Føroyum - til fólkaatkvøðu.

Vit seta tí spurningin: er tað neyðugt og gott fyri føroyska samfelagið at
samtykkja stjórnarskipanina í staðin fyri stýrisskipanarlógina?  Og fæst í
hesum døgum semja millum politisku flokkarnar um tjóðskaparligu orðingarnar?

Við á fundinum verða politisk umboð og serfrøðingar úr
stjórnarskipanarnevndini (grundlógarnevndini).



Móttøka Óli P 70

Týsdagin 24. januar verður móttøka í Miðlahúsinum. Óli P, sum hevur teknað á baksíðuni í Sosialinum síðani 1989, verður 70 ár henda dagi og er opið hús frá klokkan 15 til 17. Øll eru vælkomin.


Manskórið konsert

Hósdagin 26. januar kl. 19.30 hevur Tórshavnar Manskór konsert í Miðlahúsinum. Nærri lýst seinni.