Tiltøkini ímóti korona í Føroyum verða nú longd

Enn eru tað nøkur sum ikki taka hetta í álvara, sigur løgmaður

Tiltøkini, sum eru sett í verk fyri at basa korona, verða nú longd. Tey skuldu fara úr gildi um mánaðarskiftið, men nú verða tey galdandi til 2. páskadag.

Tað merkir, at øll tiltøk, sum nú eru í gildið, halda fram til eftir páskir, og sostatt verður eingin skúlagongd, og ongir dagstovnar verða ikki opnir til eftir páskir.

 – Vit hava kannað gott trý prosent av Føroya fólki og tað er nógv fleiri enn tey hava kannað í øðrum londum og tað er nokk orsøkin til at vit hava funnið so nógv í Føroyum, sum eru smittað.

Tað eru framvegis nøkur, sum ikki taka tilmælini í álvara og tí heitir hann innilia á øll um at gera eftir tilmælunum, tí tað er avgerandi fyri, hvussu smittan breiðir seg. 

Vit gera alt, vit kunnu fyri at draga smittuspjaðingina út og higartil hevur tað riggað og nú er at halda fast, sigur løgmaður.