Abbey Road Studios er sett til sølu. Hetta skrivar millum annað heimasíðan hjá Danmarks Radio, sum endurgevur tíðindastovuna AFP.Tað var í Abbey Road Studios, at The Beatles í sekstiárunum tóku upp bróðurpartin av sínum tónleiki.
Abbey Road legði eisini heitið til seinastu útgávuna, sum The Beatles innspældu saman.
Tað er tónleikasamtakið EMI, sum hevur sett heimskendu upptøkuhølini til sølu. Hetta gera teir eftir at upptøkuhølini hava verið í teirra hondum síðani 1929, tá EMI keypti tey fyri 100.000 pund.
Umframt The Beatles hava eisini onnur heimskend nøvn nýtt hølini, teirra millum Manic Street Preachers, Travis, Blur og Pink Floyd.