Tiltøk

.

Ebenezer, Tórshavn

Sunnudag kl. 12: Sunnudagsskúli. Kl. 18: Evangeliskt møti. Kl. 21: Útimøti. Mánakvøld kl. 20: Bønarmøti. Mikukvøld kl. 20: Uppbyggingarmøti. Hósdag kl. 20.30: Ungdómsmøti.


Samkoman Immanuel

Sunnudagin kl. 13: Sunnudagsskúli. Sunnukvøldið kl. 19: Møti.


Rhema, Tórshavn

Sunnudagin kl. 17: Møti og sunnudagsskúli.

Øll eru vælkomin.


Meinigheitshúsið í Havn

Møti sunnukvøldið kl. 18 v/ Petur Jákup Sigvardssen, fyrrv. deildarleiðara. Innsavnan til heimamissiónina.


KFUK og KFUM, Tórshavn

Mánakvøldið kl. 19?20 í KFUM: »Teen-klub« fyri ung í aldrinum 13-16 ár. Týsdagin kl. 17?18.30 í KFUK: Várgleði.


Hoyvíkar skúli

Sunnudagin ongin sunnudagsskúli vegna heystfrí. Bønarmøti kl. 17.30 og møti kl. 18. Luttakarar verða Alfred, Jan, Torbjørn o.a. Øll eru hjartaliga vælkomin.


Oasan

Mánadagin bønar- og lovsangsmøti kl. 20. Øll eru hjartaliga vælkomin.


Frelsunarherurin, Tórshavn

Sunnudagin kl. 11: Møti v/ Palla Petersen. Kl. 14: Sunnudagsskúli. Kl. 17.30: Bøn. Kl. 18: Møti v/ Heimaforbundinum.

Mánadagin kl. 17: Smáskótar. Kl. 19: Skótar. Týsdagin kl. 17: Club 7 up. Mikudagin kl. 20: Bíbliutími v/ Hans Hansen.


Meinigheitshúsið á Skála

Einki ungdómsmøti í kvøld vegna konsert í Runavík í sambandi við sangskeiðið.

Sunnudagin kl. 13.30 sunnudagsskúli og kl. 19.00 møti v/ Regini Høgnesen, trúb.

Heystgávan til H.M. verður innsavnað.


Keldan, Skálafirði

Leygarkvøldið kl. 21: Opið hús v/ Jenis og Dánjal av Rana. Sunnudagin kl. 17: Møti v/ Fríðtór Debes. Sunnudagin kl. 17: Barnamøti.


Hvalvíkar missiónshús

Sunnudagin verður sangløta kl. 19.00 v/ Jonnu og Mariu. Innsavnan til húsið. Hjartaliga vælkomin.


Viðareiði

Ungdómsmøti verður í missiónshúsinum leygarkvøldið kl. 20.30. Daniella og Jóhanna greiða frá teirra ári í Ísrael, har tær arbeiddu á einum barnaheimi fyri brekað børn.


Missiónshúsið á Tvøroyri

Sunnudagin kl. 14 verður sunnudagsskúil. Sunnukvøldið kl. 18 møti við Kaj og Johan. Øll eru hjartaliga vælkomin.


Samkoman Sion, Vágur

Sunnudag: Morgunmøti kl. 11.00. Evangeliskt møti kl. 18.00.

Telefonandaktin svarar á 73777.


Eliaskirkjan

Møti er hvørt leygarkvøld kl. 19 í kjallaranum í Eliaskirkjuni á Vesterbro Torv, Vesterbrogade 49, bert 2 min. frá Føroyahúsinum. Bussarnir 1,6, 14, 16, 28 steðga nærhendis. Øll kunnu vera við. Fleiri upplýsingar við at venda sær til Atla Rasmussen, tlf. 32886727, ella John Petersen, tlf. 36789046.


Kristnastova

Birmavej 36, København S, tlf. 31 55 18 09 /

fax 31 58 61 49.

Fríggjakvøldið kl. 20 er kristiligur fundur. Sunnumorgunin kl. 11 er samkomufundur við breyðbróting og sunnudagsskúli kl. 12.30.


Evangeliska Røddin

Odense. Føroyska sendingin frá Odense Radio hoyrist hvønn mikudag kl. 16.40, danska tíð, á FM 107,1 MHz.


Malta, Hirtshals

Sunnudag: Kl. 11: Breyðbróting. Sunnudagsskúlin byrjar aftur, tá skúlarnir byrja. Kl. 18: Evangeliskur fundur.

Mikukvøld kl. 20: Bønar- og uppbyggingarmøti.

Øll eru hjartaliga vælkomin til hesi møti. Eftir fundirnar bjóða vit ein drekkamunn.

Samkoman Malta í Hirtshals